Tíðindi

Sinnisbati leitar eftir ráðgevum

Sinnisbati, sum er sjálvboðin áhugafelagsskapur hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, søkir eftir fleiri ráðgevum til kjattráðgevingina

12.01.2022

Hevur tú hug at ráðgeva og hjálpa fólkum, ið hava avbjóðingar? Sinnisbati søkir eftir fleiri ráðgevum at manna kjattráðgevingina; arbeiðið er sjálvboðið. Hagtøl hjá felagsskapinum fyri 2021 vísa, at talið á meiri álvarsligum samrøðum er økt munandi seinasta árið, og at tey, ið skriva til teirra umvegis kjattráðgevingina, í stóran mun eru yngri enn áður. Í 2020 fyltu samrøður, ið snúðu seg um sjálvmorðstankar, 7,9%, og í 2021 snúðu heili 18,8% av samrøðunum seg um sjálvmorðstankar. Og í 2021 vóru heili 22,4% av samrøðunum við børn undir 18 ár, har talið í 2020 var 10,2% (hóast aldurin ikki varð upplýstur í nógvum av hinum samrøðunum). Hagtølini vísa tí, at kjattráðgevingin er av stórum týdningi.

Seinasti árið hevur Sinnisbati bjóðað talgilda ráðgeving til borgarar. Ráðgevingin hevur verið væl vitjað, og avbjóðingarnar hjá fólki, sum hava vent sær til ráðgevingin, hava verið sera fjølbroyttar. Felags fyri allar samrøðurnar hevur verið, at talan eru um menniskju, ið hava tað trupult, og tað ger, at tey hava tørv á ráðgeving og vegleiðing. Flestu samrøðurnar eru ein ráðgevingarsamsrøða, meðan nakrar eru afturvendandi. Øll, sum venda sær til ráðgevingina, kunnu verða dulnevnd, eins væl og ráðgevarnar eru tað.

Á heimasíðuni hjá Sinnisbata ber til at kunna seg meiri um uppgávuna:

http://sinnisbati.fo/hevur-tu-hug-at-radgeva-og-hjalpa-folkum-id-hava-avbjodingar/

Kjatt-ráðgevingin er opin hvørt kvøld frá kl. 20-22, og er at finna á www.sinnisbati.fo.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.