Tíðindi

Siðbundna undirvísingin í fremmandamáli kann gerast meira kreativ

- Um næmingarnir sleppa upp á gólvið at arbeiða við ymsum kreativum, samstundis sum teir brúka fremmandamálið, so kemur málkunnleikin mest sum av sær sjálvum, sigur Ásgerð Ásgeirsdóttir, læraralesandi

23. januar 2019

Læraralesandi eru sera ymisk, men felags fyri tey flestu er, at tey eru í tjúgunum og hava gingið á miðnámi fyri nøkrum fáum árum síðan. Tað eru tó nøkur lesandi, sum byrja á Námsvísindadeildini, ið longu hava eina útbúgving og drúgvar arbeiðs- og lívsroyndir. Ein teirra er Ásgerð Ásgeirsdóttir, ella Aggi, sum hon verður kallað; hon hevur eina kreativa bakgrund og stóran áhuga fyri máli. Vit hava tosað við Aggi um, hvussu hon sær fólkaskúlan við sínum “skapandi brillum”, og hvussu hon ætlar at brúka sínar royndir, tá hon verður liðug sum lærari komandi summar.

Aggi tók eina myndlistaútbúgving á “Det Fynske Kunstakademi” frá 1990 til 1995; hon hevur havt stóra gleði av sínari útbúgving í øllum, sum hon hevur fingist við síðan. Hon hevur t.d. undirvíst vaksnum í myndlist, men ynskir nú at brúka sína orku at læra børn at menna síni skapanarevni og málførleikar. Hetta eru tvey av hennara stóru áhugamálum. Aggi hevur enskt og føroyskt sum linjugreinar. Í summar var hon uttanlands og tók eitt umfatandi skeið í okkara norðurlendsku grannamálum.

Aggi heldur, at tann meira siðbundna undirvísingin í fremmandamáli kann gerast meira kreativ. Um næmingarnir sleppa upp á gólvið at arbeiða við ymsum kreativum, samstundis sum teir brúka fremmandamálið, so kemur málkunnleikin mest sum av sær sjálvum. Hetta kann gerast uppá ymsar mátar, men hon nevnir “task based learning” og “total physical response” sum tveir upplagdar arbeiðshættir. Um fakligheitin innan tað kreativa hevur gott grundarlag, so kann tað kreativa tó vinklast inn í allar læruhættir.

Tá vit koma inn á tær kreativu lærugreinarnar, hevur Aggi eitt hjartasuff. Hon metir ikki, at virðingin, fyri t.d. evning, altíð er nøktandi og vísir á, at evningarstovur kunnu verða sæddar sum eitt stað, har næmingar skulu hava tað stuttligt, heldur enn eitt stað, har tey læra at skapa nakað sjálvi. Henni dámar illa, tá lærarar og næmingar ikki síggja tilfarið í evningarstovuni á sama hátt sum annað undirvísingartilfar. Tá næmingar fáa eina lesibók, fáa teir at vita, at teir skulu fara væl við henni, men hugburðurin til undirvísingartilfarið í evning er ikki tann sami. Tað er ikki óvanligt at síggja límstiftir og dýrar tussjir standa og torna. Tá tað kemur til smíð og handarbeiði, er hugburðurin tíbetur betri, og amboð og tilfar verða brúkt við skili. Hetta ger, at tú kemur inn í eitt høli, sum er ruddiligt og innbjóðandi, og tað er møguligt at fara til verka alt fyri eitt.  

Hon metir, at førleikarnir at skapa hava so stóran týdning, tí teir kunnu brúkast í øllum lívsins viðurskiftum. Um næmingarnir sleppa at hugsa kreativt í skúlanum, so sleppur hesin parturin í heilanum at mennast til gagns fyri næmingin og samfelagið alt.

Tekstur og mynd: Poul Arni Jensen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.