Tíðindi

Set tíð av til at næmingarnir lesa í skúlanum

Lesing í frítíðini er eitt, men hvat við tíðini, sum er brúkt til lesing í skúlanum? Duga vit nóg væl at leggja upp fyri, at allir næmingar fáa góðar lesiupplivingar og nóg nógva venjing í at lesa?

23.11.2018

Vit vita, at næmingar, sum klára seg væl í lesikanningum, sum til dømis PIRLS, lesa meiri í frítíðini, enn næmingar, sum klára seg illa. Kanska vaksa hesir næmingarnir eisini upp í heimum, har tað hevur verið lisið fyri teimum, frá tí at tey vóru smá, og har foreldrini hava eggjað børnunum at lesa sjálv. Tað eru stórir møguleikar fyri, at hesi børnini hava lært at lesa uttan stórvegis trupulleikar, og tí er lesing nakað, tey í høvuðsheitum megna og halda er stuttligt.

Fyri onnur eru upplivingar við at lesa heima ikki líka nógvar og tilgongdin til bøkur ikki líka stór. Og tey hava kanska umframt upplivað, at tað at lesa er krevjandi; tí er tað ikki løgið, um lesing hjá hesum er í kapping við nógv annað í frítíðini.

Fleiri kanningar vísa á, at tíðin, sum verður brúkt til at lesa í skúlanum, hevur positiva ávirkan á lesiførleikarnar hjá næmingum. Hetta gevur okkum góða orsøk at hugsa um, hvussu nógva tíð vit seta av til, at næmingarnir lesa í eina viku. Tað er nevniliga ógvuliga misjavnt. Fleiri amerikanskar kanningar vísa, at nøgdin av tíð, sum verður brúkt til lesing, er ógvuliga ymisk frá floksstovu til floksstovu, og úrslit, sum enn ikki eru almannakunngjørd, frá eini spurnakanning í nøkrum 1. og 2. flokkum í Noregi, vísa, at rákið er tað sama har.

Fyrsta skúlaárið gera næmingarnir stór framstig í lesingini; flestu næmingarnir fara frá at duga nakrar bókstavir til at duga at lesa, og síðan frá at klára at lesa torførari orð til at kunna avkoda tey flestu orðini uttan stórvegis trupulleikar. Í hesi tilgongdini er tað avgerandi at venja, tað vil siga lesa nógv. Menningin av førleikunum at lesa orð, sum hava stóran týdning fyri lesiførleikarnar hjá næmingunum fyrstu árini, verður best stuðlað av at næmingarnir møta orðum fleiri ferðir, helst í nógvum ymiskum tekstur. Tað vil við øðrum orðum siga, at teir mugu lesa nógv og fjølbroyttan tekst.

Um somu tíð kann tað vera trupult at raðfesta lesing í skúladegnum, har so nógv er á skránni.

”Eg havi tey 9 árini, eg havi verið lærari, spurt meg sjálva, um eg havi tíð til, at næmingarnir ”bara lesa”, tí teir skulu jú so nógv annað … Men tá ið vit vita, hvussu stóran týdning lesiførleikarnir hjá næmingum hava fyri, hvussu teir læra og taka lut í samfelagnum, og at tíð, sum er brúkt til lesing, hevur góða ávirkan á lesiførleikarnar, leggi eg við góðari samvitsku upp fyri, at tað skal vera pláss fyri meiri lesing í gerandisdegnum,” sigur lærari.

Kelda: lesesenteret.no

Les alla greinina á: https://lesesenteret.uis.no/blogg/sett-av-tid-til-elevenes-egen-lesing-article129155-22354.html?fbclid=IwAR0PCcV22lkexGIa3UtakK9DSeVj2ezxdq37IUsgYmLIwyvFevNapVf1UwY


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.