Tíðindi

Sernámsfrøðiligur stuðul ger mun

Ung við orðblindni og sálarligum avbjóðingum, sum fáa sernámsfrøðiliga hjálp, klára seg væl. Tað vísir ein nýggj kanning frá Danmarks Evalueringsinstitut (EVA), sum júst er almannakunngjørd í Danmark

23.05.2019

Sambært kanningini virkar skipanin við sernámsfrøðiligari hjálp á miðnámsútbúgvingunum væl. Næmingar, sum fáa sernámsfrøðiliga hjálp orsakað av, at tey annaðhvørt eru orðblind ella hava sálarfrøðiligar avbjóðingar, klára seg nærum eins væl sum næmingar, ið ikki hava hesar avbjóðingar, tá ið lagt er upp fyri viðurskiftum, so sum útbúgvingarstignum hjá foreldrunum.

Fráfallið á miðnámsútbúgvingunum millum næmingar við orðblindni, sum fáa sernámsfrøðiliga hjálp, er lægri millum næmingar, sum ikki fáa sernámsfrøðiliga hjálp. Næmingar á miðnámsútbúgvingum, sum fáa sernámsfrøðiliga hjálp, hava somu ella eitt sindur størri sannlíkindi fyri at halda fram víðari í útbúgvingarskipanini, samanborið við næmingar, sum ikki fáa sernámsfrøðiliga hjálp.

Næmingar, sum fáa sernámsfrøðiliga hjálp undir útbúgving, eru øktir í tali í tíðarskeiðinum 2008-2017. Økingin er størst á vinnuligum útbúgvingum, so sum HTX og HF, har sernámsfrøðiligur stuðul frammanundan er vanligur. Til dømis fingu 2 % av teimum, sum tóku HF, sernámsfrøðiligan stuðul í 2008, samanborið við 11 % í 2017.

Kanningin vísir eisini, at:

Næmingar, sum hava fingið sernámsfrøðiliga hjálp orsakað av orðblindni, hava nærum eins stóran møguleika av fáa arbeiði, sum næmingar, ið ikki hava fingið sernámsfrøðiliga hjálp.
Næmingar, sum hava fingið sernámsfrøðiliga hjálp orsakað av orðblindni, klára seg sum heild eins væl samanborið við næmingar, sum hava fingið sernámsfrøðiliga hjálp orsakað av sálarfrøðiligum avbjóðingum.
Næmingar, sum hava fingið sernámsfrøðiliga hjálp, fara oftari í starvsvenjing og eitt sindur sjáldnari í arbeiði eftir lokna útbúgving samanborið við næmingar, sum ikki hava fingið sernámsfrøðiliga hjálp. 

Sernámsfrøðilig hjálp er ein stuðulsskipan, sum skal tryggja, at næmingar og lesandi við ymsum avbjóðingum hava møguleika at útbúgva seg á jøvnum føti við onnur. Í kanningini taka næmingar lut, sum hava verið undir útbúgving í tíðarskeiðinum 2008-2017.

Kelda: uvm.dk

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.