Tíðindi

Sernám spennir seg sundur

Sernám veitir í fleiri førum skúlum góða hjálp, men viðhvørt kundi hjálpin verið meiri málrættað. Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla og valevni til nevndina í Lærarafelagnum, skrivar

2. mai 2021

Sernám er ein týðandi stovnur, sum er lógarásettur at hjálpa til á fólkaskúlaøkinum. Eisini verður nevnt, at Sernám kann veita børnum hjálp, ið enn ikki hava byrjað skúlagongdina.

Fólkaskúlalógin §4:

Stk.5. Sernám veitir skúlum, foreldrum og øðrum, ið varða av næmingum í fólkaskúlanum, sernámsfrøðiliga og sálarfrøðiliga ráðgeving. Næmingar, ið hava tørv á serligum tiltøkum, ella sum ikki fáa nøktandi úrslit í vanliga undirvísingartilboði skúlans, fáa serundirvísing og/ella sernámsfrøðiligan stuðul.

Stk. 6. 2) Landsstýrismaðurin kann veita børnum, ið enn ikki hava byrjað skúlagongdina, sernámsfrøðiligan stuðul. Somuleiðis verður sernámsfrøðilig ráðgeving veitt foreldrum og øðrum, ið varða av hesum børnum.

Tíverri uppliva fólkaskúlar, at Sernám ikki veitir ta hjálp tørvur er á. Neyðugt er at endurskoða skipanina, og tað eru serliga trý viðurskifti, sum eg meti, at hyggjast skal gjølla at.

Fígging og raðfesting

Tað verða uml. 20 mió. kr. játtaðar til Sernám. Sernám brúkar einans helvtina av síni orku á skúlaøkinum. Hin helvtin fer til at hjálpa børnum uttan fyri skúlaaldur. Eg taki fult undir við, at hjálp verður veitt børnum undir skúlaldri. At seta hjálp tíðliga og málrættað inn er skilagóð raðfesting. Trupulleikin er bert tann, at kostnaðurin er ein niðurraðfesting av skúlaøkinum, sum Sernám fyrst og fremst sambært lóg skal taka sær av. Her er neyðugt at endurskoða fíggingina til Sernám. Antin má landið hækkað sína játtan munandi, so næmingar í skúlaaldri fáa ta hjálp, teir hava rætt til, ella má eitt samstarv fáast í lag við kommunurnar, so tær kunnu fíggja størsta partin av hjálpini, ið verður veitt børnum undir skúlaaldur. Í løtuni tekur játtanin til Sernám sær av øllum, og av tí sama spennir Sernám so víða, at tað lagar seg sundur. Her má landsstýrismaðurin inn at skera ígjøgnum.

Viðgerð á staðnum

Í dag er Sernám ein ráðgevandi stovnur. Skal ein næmingur í viðgerð, er tað mangan ein long og tíðarkrevjandi tilgongd. Meðan tilgongdin er ávegis, er stórur møguleiki fyri, at støðan verstnar. Tá so hjálpin at enda verður veitt, eru avbjóðingarnar vaksnar seg størri, og tær verða tískil eisini torførari og meiri tíðarkrevjandi at arbeiða við. Eg mæli til, at vit fáa sálarfrøðingar tættari at skúlunum, so lærarar og næmingar hava onkran at venda sær til, so skjótt avbjóðingin vísir seg at vera av slíkum slag, at læraraførleikar ikki røkka til. Størsti fyrimunurin við slíkari skipan verður, at sálarfrøðingurin skjótt kann taka hond um støðuna. Annar fyri munur er, at sálarfrøðingur, ið er tætt knýttur at skúlanum, kemur at kenna næmingarnar væl og kann lættari uppbyggja skilagóðar og sterkar relatiónir við næmingin og starvsfólk skúlans. Eg vildi mett, at skipanin sum skúlaheilsufrøðingar á skúlaøkinum arbeiða eftir kundi verið ein skipan, sum er verd at umhugsa.

Málrætta hjálp

Sernám veitir í fleiri førum skúlum góða hjálp, men viðhvørt kundi hjálpin verið meiri málrættað. Í fleiri førum er nógv vitan í lærarahópinum, ikki minst í førleikastovunum. Tá lærarakreftirnar røkka til, er ikki neyðugt at brúka orku á hesum økjum. Heldur eigur orkan miðvíst at verða brúkt til hjálpina, ið lærarar og leiðslur spyrja eftir. Fleiri skúlar hava borið fram, at stórur tørvur er á øktum virksemi innan logopedfakliga økið. Eisini verður javnan nevnt, at tørvur er á einum serfrøðingi við hollari serútbúgving innan autismu- og ADHD-økið. Sernám skal veita hjálp á skúlaøkinum, tí er sera týdningarmikið, at Sernám lurtar og leggur seg málrættað eftir at veita ta hjálp, skúlarnir hava størstan tørv á.

Var orka sett av til at endurskoða virksemið hjá Sernám við útgangsstøði í fólkaskúlans tørvi, trúgvi eg, at vit kundu fingið eina skipan, sum skapti størri nøgdsemi og munadyggari hjálp. Vit náa tó alt ov stutt, um ikki fíggjarliga orkan til børn í skúlaaldri veksur munandi.  

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.