Tíðindi

Sera umráðandi at hava eina góða tilbúgving fyri at lofta teimum, sum fáa strongd

- Tað, sum hjálpti mær so væl, var, at eg fekk so góða hjálp, og at eg slapp til arbeiðis aftur í niðursettari tíð við einum lærara við mína lið, sigur Eyvind Akraberg Hansen, lærari

10. juni 2020

Í nýggjasta Skúlablaðnum greiðir Eyvind Akraberg Hansen, lærari, frá tíð síni í skúla í Danmark, tá ið hann fekk strongd orsakað av arbeiðsumstøðunum. Søgan hjá honum er eitt skúladømi um, hvussu ein tilbúgving kann vera, tá ið talan er um at fáa ein lærara aftur fyri seg aftur eftir strongd og síðan til arbeiðis eftir sjúkramelding. Eyvind veit um lærarar í Føroyum, sum eru sjúkrameldaðir við strongd, sum ikki hava fingið somu hjálp, sum hann fekk, og tað harmar hann nógv.

- Eg havi nýliga tosað við lærara, sum er sjúkrameldaður av strongd, og sum kennir seg púrasta sleptan upp á fjall. Viðkomandi hevur onga hjálp fingið, og einasta sambandið við arbeiðsplássið og myndugleikan hevur verið ein spurningur og eitt støðugt trýst um, nær viðkomandi kemur aftur til arbeiðis. Nú bíðar lærarin eftir at verða uppsagdur, tí viðkomandi megnar ikki at fara til arbeiðis aftur. Hevði hesin lærarin hinvegin fingið somu hjálp sum eg, hevði støðan kunnað verið ein onnur.

Alt, sum Eyvind Akraberg Hansen var fyri tíðarskeiðið, hann var sjúkrameldaður, er skjalfest, og hann hevur avrit av øllum. Hann fekk tey góðu ráð at fáa øll skjølini lisin inn í sjúkrajournalina hjá læknanum, tí afturvendandi strongd kann føra til óarbeiðsføri.

- Tað er ein ræðandi tanki at gerast óarbeiðsførur av strongd á ungum árum. Ikki minst av teirri orsøk er tað so sera umráðandi at hava eina góða tilbúgving fyri at lofta teimum, sum fáa strongd. Oftari tú fært strongd, verri verður immunverjan mótvegis strongd, og at enda verður sálarliga immunverjan niðurbrotin, og tú mást burtur úr yrkinum, sum tær annars dámar. Tað, sum hjálpti mær so væl, var, at eg fekk so góða hjálp, og at eg slapp til arbeiðis aftur í niðursettari tíð við einum lærara við mína lið. Øll eiga at fáa møguleikan at lappa seg sjálvan so mikið væl aftur og koma fyri seg aftur; og sambandið við avvarðandi arbeiðspláss og myndugleikar eigur ikki at vera kent av trýsti, men heldur av positivum áhuga at fáa teg aftur til arbeiði.

Eyvind Akraberg Hansen sigur, at í skúlanum, har hann arbeiddi í Danmark, høvdu tey ein vinarpolitikk; hann var vinur við tveir starvsfelagar, og tveir starvsfelagar vóru vinir við hann.

- Vit kundu ynskja okkum ávísar starvsfelagar at vera vinir við, so løgdu vit nøvnini í ein posa, og so vóru nøvnini tikin úr. Endamálið við hesum var, at vit skuldu venda okkum til hesar vinirnar og spyrja um ymiskt persónligt: hvussu gongur, hvussu hevur tú tað, er tað nakað, tú hevur hug at tosa við meg um, ert tú glaður í starvinum og so framvegis. Hetta kundi vera eitt prát, sum tók alt millum 5 og 20 minuttir, tað kundi vera í einum steðgi ella eina løtu eftir arbeiðstíð. Hóast hetta vinarsambandið var sett á skránna av leiðsluni, so kendist tað natúrligt, tí arbeiði okkara var rættiliga serligt í og við, at so nógvir av okkara næmingum høvdu so serligar avbjóðingar. Tað var stórur opinleiki; vóru fólk frustrerað um okkurt ella av onkrum, so var loyvt at siga tað hart á fundi. Einki var dult. Vit høvdu sera gott samanhald. Í Føroyum er tað rættiliga nógv øðrvísi. Verður starvsfelagi sjúkraskrivaður, verður ikki tosað um tað, og øll eru varin at spyrja, hvussu tað gongur hjá viðkomandi. Vit halda alt tætt at kroppinum. Tað er eitt sindur løgið, tí tað gevur rættiliga nógv at vera saman um alt. Flestu lærarar í dag eru partur av einum toymi, men toymisfundir snúgva seg mestsum bara um faklig evni, einki persónligt. Avleiðingarnar av tí er, at vit aftra okkum at spyrja um persónlig viðurskifti. Av áhuga.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.