Tíðindi


Sansalist í skúlahøpi

Millum klokkan 9 og 11 fyrrapartin mikudagin 23. mai, hósdagin 24. mai og fríggjadagin 25. mai verður leikurin – sansalabyrintin – 'Býurin og alt annað' spældur fyri skúlabørnum úr 3. flokki og uppeftir

17. mai 2018

Aftur í ár er møguleiki hjá børnum, ungum og vaksnum at uppliva sansaleiklist. Eftir útseldar og sera vælumtóktar sýningar á Barnafestivalinum í Norðurlandahúsinum í fjør, har sansaleiklist fyri fyrstu ferð var á breddanum í Føroyum, fara bólkarnir Planeta 15 úr Belgia og Katalonia og føroyski leikbólkurin TVAZZ at taka tað væleyðnaða samstarvið uppaftur og fara at byggja eina heilt spildurnýggja sansalabyrint, hesaferð á Tjóðpalli Føroya, og hesaferð er tað BÝURIN, ið verður settur undir sjóneykuna.

   Hví sansaleiklist fyri skúlanæmingar? spyr Gunnvá Zachariasen, sjónleikari og leikstjóri, sum var við til at stovna leikbólkin TVAZZ í 2006. Gunnvá, sum framvegis er knýtt at leikbólkinum, sigur, at sansaleiklist er sera gott í eini tíð, har vit, børn sum vaksin, stóran part av tíðini eru uppi í okkara høvdi. Hetta skal skiljast soleiðis, at vit fáa so nógv serverað gjøgnum okkara heila, intellektið, gjøgnum sinnið og skilið. Og stundum gloyma vit tann kropsliga partin, ta fenomenologisku tilgongdina til at skilja lívið og veruleikan. Í hesum høpi er Gunnvá stigtakari og verkætlanarleiðari.

   - Grundin til at vit hava sett skúlasýningar frá 3. flokki og uppeftir er bara tí, at áskoðararnir fara inn í smáum bólkum, tríggir ella fýra í senn. Ein partur verður uttandura í Tórsgøtu, og tí tordu vit ikki at vága tað, at børnini villast ella fara aðrar leiðir, tí at nøkur teirra eru uttan lærarafylgi eina løtu, sigur Gunnvá Zachariasen.

   Sansaleiklist fæst við sansarnar, sum orðið sigur. At seta sansarnar í gongd, ikki bara teir fimm sansirnar: at hoyra, at lukta, at smakka, at føla, at síggja, men alt sansalagið. Onkur vil vera við, at vit hava níggju sansir, onkur annar sigur, at vit hava 21 navngivnar sansir, og uppaftur onnur siga, at vit hava 33 navngivnar sansir.

   Sama hvat talið vísir, so setir sansaleiklist sansarnar í spæl, allar fimm, umframt allar teir tægrir og træðrir, sum liggja ímillum. Tað fíntfølandi lagið, har empatiin, kenslulívið, tað andaliga, tað meditativa, tað musiska, tað poetiska, tað ósigiliga, tað, ið er loyst frá tankameldri, men bara er í løtuni, í kroppinum, har tað spælir sær. Bara ér. Her og nú. Onga aðrastaðni. Ongan skerm, eingin døming, ongan kritikk, bara spæl í núinum.

   Hvat er ein býur? Hvat er Tórshavn?  Hetta vóru spurningar, sum leikarar og fyriskiparar settu sær, tá ið tey heilaróku fyri tveimum árum síðani um ta næstu sansalabyrintina, sum tey droymdu um at gera og bjóða føroyska áskoðaranum. Tey vildu kenna býin og kjarnan í hesum býi. Ikki sum eina fólkalívsfrøðilig rannsóknarferð, men heldur sum eina rannsókn inn í landsløgini, sum eru ritað og síðan máað burtur av fólkum, sum eru farin, og av teimum óteljandi minnunum, ið liggja sum ósjónligar slóðir eftirá, men sum kortini liva í bergmálinum, sum er í hvørjum húsaveggi, í asfaltinum, í betonginum, á lyktasteyrunum, í kloakkunum, í áunum, í sjónum, í ferðsluni, í pulsinum í býnum: "Vit vilja hoyra ljóðini í býnum og vit vilja lukta býin. Vit vilja kenna býin sum eitt ítøkiligt stað, men eisini sum eina løtu, sum eitt lítið brá av einum minni. Og vit vilja kenna býin við sínum íbúgvum, við fólkunum og teirra tonkum og teirra mentan. Hesir spurningar settu vit okkum í tilgongdini við "Býurin og alt annað", og sum vit í fleiri umførum á verkstovum hava fingist við, allir luttakararnir og nú íbúgvarnir í labyrintini. Hesir spurningar hava vit fingist við og vilja seta áskoðarunum, og vit vilja eisini eggja til fleiri spurningar innan í áskoðaranum um teirra egna bý, teirra heimstað, hvar hann so enn er".

   Sansalabyrintin ella framførslan ella installasjónin er í einum stórum rúmi, ið fevnir um smærri rúm, skild sundur við ljósi ella veggjum. Hvørt rúm er partur av eini søgu, og inni í hvørjum rúmi er ein leikari, íbúgvi, sum ger rúmið livandi. Áskoðarin upplivir hesa ferð, hetta ævintýr í smáum bólkum og stundum hvør sær. Tey ferðandi ganga eftir gøtum og rásum, ið eru greitt ávíst ella bygd fyri at koma úr einum rúmi í annað. Labyrintin er ein kanningarferð, ein rannsókn. Labyrintin fer at vera tað, sum fólk úr býnum, íbúgvararnar í Havn, leggja í tað.

   'Býurin og alt annað' er ein uppliving og eitt spæl, her tey ferðandi verða drigin inn í eina tølandi verð, har tey hitta íbúgvarnar í labyrintini og møta sær sjálvum og øðrum. Tey fara ígjøgnum ljós og myrkur, ljóð og kvirru og finna staðið, har dreymar verða floygdir. Ein livandi sansalig ferð inn í bý okkara, heimstaðin, hvar enn hann er og um teir óteljandi møguleikarnar í løtuni.

Luttakarar (íbúgvar): Gabriel Hernandez og Marga Socias, leikstjórar, Hans Tórgarð, Katarina Nolsøe, Dan Helgi í Gong, Johan Holm Simonsen, Rakel Helmsdal, Bjørk Tórgarð, Felisia Helmsdal og Gunnvá Zachariasen, fyriskipari og íbúgvi.

Byggjarar: Thomas Roper, Bárður Jónsson Johansen, Bjørn Ulvdal Simonsen.

Tjóðpallur Føroya: Jenny C. Petersen, stjóri; Katrin Bonde, búnar og Fríða Midjord, fyrisiting.

Almennar sýningar:

Sunnudagin 20. mai          kl. 14.00 til 16.00

Mánadagin 21. mai           kl. 14.00 til 16.00

Fríggjakvøldið 25. mai     kl. 21.00 til 23.00

Leygardagin 26. mai         kl. 14.00 til 16.00

Sunnudagin 27. mai          kl. 14.00 til 16.00

Tað verða bara hesar sýningar

 

Atgongumerki á 

www.tjodpallur.fo

info@tjodpallur.fo

tlf. 31 86 17

 

Meira kunning:

TVAZZ v/ Gunnvá Zachariasen

Tvazz2012@gmail.com

Tlf. 58 58 28


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.