Tíðindi

Sangur frálíkur at styðja upp undir málundirvísingina

Gjøgnum rytmuna í sanginum stimbrar tú lesingina hjá næminginum heilt frá byrjanarlesing og uppeftir. Hetta er ikki minst galdandi, tá ið tú eitt nú skalt læra fremmand mál sum danskt og enskt, sigur Dánjal Eysturstein í Leirvík, sum í fjør fór frá sum lærari.

14.09.2020

Nógv kann verða gjørt til tess at stimbra sangin í skúlanum. Dánjal Eysturstein, lærari og tónleikari heldur, at tað, at skúlar royna at finna sær starvsfólk, sum kunnu koma við tónlistarligum íkasti, er mennandi.

⁃ Sangur er fyri meg ein týðandi partur av tí uppaling, sum skúlin eigur at taka sær av. Vit vita, at sangur og tónleikur stimbrar aðrar lærugreinir. Í skúlanum í Leirvík hevur nógv verið gjørt við at hava felags sangløtur. Her verður ikki bara hugsað um morgunsang, men eisini, at skúlin hevur sangløtur í sambandi við serligar tíðir á árinum eitt nú á jólum. Tá serligar arbeiðsvikur hava verið, hava vit eisini havt sangløtur í einar 20-25 min. sum part av vikuni. Dánjal heldur, at ansast skal eftir, at sangløturnar ikki gerast ov drúgvar, tí serliga yngru næmingarnir troyttast rættiliga skjótt. At næmingar í skúlanum syngja fyri hvørjum øðrum, mennir teir eisini, tá ið evnini at bera eitthvørt fram skulu styrkjast.

Í Leirvík hava tey miðvíst arbeitt við at skipa morgunsangin væl og at skapa umstøður til at hava góðan morgunsang.

- Tað er rættiliga ymiskt, hvussu morgunsangurin í skúlunum kring landið er. Onkustaðni fer fyrstilærarin fram við einum gittara og syngur við næmingunum. Summir skúlar hava undirspæl, summir ikki. Er ongin at spæla undir sangin, ber til at finna aðrar loysnir. Tøkniliga menningin við samvirknum talvum í skúlastovunum hevur slóðað fyri nýggjum møguleikum. Sær ein lærari seg ikki føran fyri at syngja ella spæla fyri, ber væl til at nýta tøknina sum hjálparamboð. Í tí sambandi gjørdi eg nakrar ljóðfílur til sálmarnar, sum vit hava nýtt her í Leirvík. Tær fílurnar verða eisini nýttar í øðrum skúlum, og lærarar hava sagt, at tað er eitt gott tøkniligt amboð at hava fingið. Seinnu árini er eisini hópin av nýggjum góðum tónleikatilfari til børn komið út. Aleksandur Kristiansem, Steintór Rasmusen og onnur við hava verið ófør. Fløgur og sangir við nýggjum tekstum kunnu vera góð hjálp í undirvísingini.

Dánjal heldur, at uttanatlæra hevur ofta verið illa lýdd, men í vissan mun er hon ein fyrimunur, tá ið okkurt skal framførast. Tað er nakað serligt yvir einum sangi ella einari yrking, sum verður framborin. Hann veit, at í onkrum skúlaflokkum hevur tað verið natúrligt, at einstakir næmingar, heldur enn at siga sálmaørindi, hava sungið tað. Men sjálvandi skal ansast eftir, at einstaki næmingurin ikki kennir seg trýstan til nakað.

⁃ Einaferð stóð sangur og tónleikur á tímatalvuni hjá næmingunum, men eftir, at handverk og list í nítiárunum gjørdist lærugrein, varð sangurin lagdur undir ta lærugreinina. Avleiðingin varð, at tað næstan varð upp til einstaka læraran, hvussu nógv varð gjørt við sang og tónleik. Eg dugdi ongantíð at síggja, hví sangur og tónleikur skuldi fara undir eitt fak, sum skuldi taka sær so nógvum ymiskum, ið einki hevði við tónleik at gera. Tað var mær ein gáta.

Brot úr grein í Skúlablað nr 4, 2020 eftir Rúna Bjarkhamar. Les alla greinina í blaðnum.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.