Tíðindi

Samstarv um undirvísingina gagnar læringini hjá næminginum

PLF miðar ímóti, at lærarin ikki er einsamallur um sín flokk. Eysturskúlin fór undir at arbeiða við PLF farna skúlaár, og í hesum sambandi hevur Skúlablaðið hitt tveir lærarar í skúlanum. Teir eru Randi Bjørk, lærari í føroyskum, og Evald Rasmussen, lærari í støddfrøði.

04.03.2020

Professiónellur lærandi felagsskapur, stytt PLF, er ein arbeiðsháttur hjá undirvísarum, ið byggir á granskingarúrslit frá gransking í undirvísing í USA. Henda gransking vísir á, hvussu samstarv ímillum lærarar um undirvísingina gagnar læringini hjá einstaka næminginum. Granskingin hevur nógv ár á baki í USA, men er nýggj í føroyska fólkaskúlanum.

Tað var á ráðleggingardøgum á Viðareiði í november í 2017, at lærararnir í Eysturskúlanum á fyrsta sinni vórðu leiddir inn í, hvat PLF er. Evald Rasmussen, sum hevur undirvíst í Eysturskúlanum síðan 1981, var eitt sindur ivasamur um nýggju arbeiðshugsanina.

- Tá eg fyrstu ferð hoyrdi um PLF, so hugsaði eg: ”Nei, ikki eina ferð afturat”. Lærararnir her hava fyrr havt um Howard Gardner og hansara mongu førleikar, og eg hugsaði, at hetta fór at missa flogið, og at vit sum fyrr fóru at enda aftur við tí vanliga kortini. Men tað er soleiðis við øllum nýggjum rákum, at vit hava eina skyldu at hyggja at teimum. Er nakað nýtt? Er nakað av tí gamla, sum vit kunnu brúka? Ofta er tað bara okkurt gamalt í nýggjum hami, men tað er gott at fáa rist posan eitt sindur, sigur garvaði lærarin.

Hóast PLF er nýtt fyri føroyskar lærarar, so er tað tó ikki nakað, sum kollveltir alla undirvísingina.

- PLF er ikki ein nýggj uppfinning, men undirvísing, sum hevur fingið ein nýggjan ham. At toymi arbeiða saman er einki nýtt. Tá eg bleiv liðugur í Læraraskúlanum í 1981, høvdu vit tað, sum æt næmingalagað undirvísing. Tað var til longu tá og hevur helst eisini verið til langt frammanundan. Sum heild er tað gott, at okkurt nýtt kemur av og á, sigur Evald Rasmussen.

Evald Rasmussen undirvísir í støddfrøði í Nám X, har hann eisini er lærari á Sjóvinnubreytini. Randi Bjørk er hinvegin lærari í føroyskum og donskum og undirvísir mest í miðdeildini. PLF riggar ítøkiliga soleiðis, at lærarar eru í ymsum PLF-toymum, har teir á fundum tosa um sína lærugrein og einki annað. Hetta vil siga, at t.d. nakrir føroysklærarar í miðdeild eru í einum toymi, meðan nakrir støddfrøðilærarar í 10. flokki eru í øðrum PLF-toymi. Øll fak hava ikki sítt egna PLF-toymi. Í núverandi líki fevnir PLF um tær stóru lærugreinirnar í skúlanum og handverk og list. Randi Bjørk vísir á, at PLF er ein íbirtari til, at allir næmingar í skúlanum fáa umleið somu undirvísing.

- PLF miðar ímóti, at lærarin ikki er einsamallur um sín flokk. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at lærarin fer inn í floksstovuna, letur hurðina aftur og undirvísir á sín hátt við lærutilfari, sum hann hevur valt út í samsvari við námsætlanina. Við PLF eru vit felags um at undirvísa. Góð undirvísing skal ikki vera treytað av, hvønn ávísan lærara børnini hava. Tað skal vera tryggjað, at tey verða undirvíst í tí rætta, sigur Randi Bjørk.

PLF skal millum annað gera sítt til, at ein reyður tráður verður ígjøgnum øll skúlaárini, heilt frá 1. til 10. flokk.

- Vit føroysklærarar í miðdeildini hava tosað um, at vit kundu væl hugsað okkum, at miðdeildin leggur upp til, at tá næmingurin kemur í hádeildina, so vita føroysklærararnir har, hvat næmingurin hevur verið ígjøgnum og eigur at duga. Á henda hátt fáa vit skapt ein reyðan tráð ígjøgnum alla skúlagongdina hjá næminginum, sigur Randi Bjørk.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2020, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.