Tíðindi

Samrøða við sálarviðgera kann fyribyrgja longri skúlafráveru

Talið á næmingum úr Runavíkar kommunuskúla, sum stríðast við longri skúlafráveru hevur verið vaksandi, men eftir at vit hava fingið sálarviðgera sær út til, at vøksturin er steðgaður. Tað sigur Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla.

28.11.2023

Í Runavíkar kommunuskúla er eitt tilboð til næmingar við longri fráveru, sum eitur Støðin.  Tilboðið hevur nøkur ár á baki, og næmingarnir, sum ganga á Støðini, eru næmingar úr skúlum í økinum við Skálafjørðin og Eysturoynni sum heild. Hóast tølini samanlagt eru smá, og fyrivarni tí eigur at verða tikið við at gera greiðar niðurstøður, heldur Jónleif Johannesen, varaskúlastjóri, at tað eru ábendingar um, at tilboðið við sálarviðgera í skúlanum hevur havt við sær lækkandi tal av næmingum við stórari og longri fráveru.

- Talið á næmingum úr Runavíkar kommunuskúla, sum stríðast við longri skúlafráveru, hevur verið vaksandi, men eftir at vit hava fingið sálarviðgera, sær út til at vøksturin er steðgaður.  

Hann vísir á, at tað hevur verið ein næmingahópur, sum hevur verið sera nógv burtur, eini 20-22 prosent. Henda fráveran er minkað munandi niður í 10-15 prosent. Tað vil siga, at næmingar, sum hava verið á gáttini til longri skúlafráveru, orka fleiri dagar í skúla samanborið við fyrr.

- Um orsøkin er, at teir sleppa at tosa við sálarviðgera, er ringt at siga fyri vist, tí tølini eru smá, men tað er upplagt at hugsa, at tað hevur nakað við tað at gera, og vit hoyra eisini summar næmingar siga, at teir koma í skúla, tí teir sleppa at tosa við sálarviðgeran.

Vit hoyra mangan, at talið av ávísingum til barna- og ungdómspsykiatriina er nógv hækkandi, og bíðitíðin er sera long. Hetta kann hava við sær, at børn detta niður ímillum. Umleið 30 børn fingu viðtalu og terapeutiska viðtalu hjá sálarviðgeranum í Runavíkar kommunuskúla síðsta skúlaár. Jónleif Johannesen er sannførdur um, at viðtalurnar og viðgerðirnar hava fyribyrgt, at fleiri børn fara víðari í skipanini eftir aðrari hjálp.

- Um barnið mistrívist í alt ov langa tíð, kann vandi vera fyri, at tað útviklar aðrar hjásjúkur, og tað kann verða verri at koma upp undan aftur. Summi børn fáa góða og skjóta hjálp her á staðnum og fara ikki víðari í skipanini. Eg tori at pástanda, at tørvurin hjá nógvum børnum, sum kunnu fáa skjóta hjálp í nærumhvørvinum, verður nógv størri og álvarsligari í tíðini, tey bíða eftir at sleppa framat hjá sálarfrøðingi. Tí er hetta fyribyrgjandi.

Jónleif Johannesen er formaðurin í Skúlaleiðarafelagnum. Skúlaleiðarafelagið hevur verið í politisku skipanini við ynskinum um, at skúlasálarfrøðingar verða settir í øllum skúlaøkjum í landinum, einir 10-12 til samans.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.