Tíðindi


Samleiki samanhald og samljóð

Kaldbaks fólk eru errin av sínum lítla og sera hugnaliga skúla við sínum 30 næmingum og fýra lærarum, og tey eru góð við hann. Skúlin er savnandi fyri bygdina. Tí er okkurt tiltak í skúlanum er hann altíð fullsettur av fólki. Eisini í góðveðrinum mikudagin 3. mai

4. mai 2017

Fólk í Kaldbak savnaðust í skúlanum fyri at vísa úrslit av tí, sum næmingar har arbeiddu í evnisvikuni nakrar fáar dagar í undanfarnu viku. Evnið var fuglar, og úrslitið er imponerandi, og einki er at ivast í, at hesin lítli skúlin er partur av samleikanum í bygdini. Hann skapar samanhald og samljóð millum fólk í øllum aldri uttan mun til ymiskleikan, sum øll fólk bera.

Í Kaldbak varð alt arbeiðið hjá næmingunum frá evnisvikuni víst fram. Ikki minst listprýðið av fuglum, sum tey hava skrýtt skúlaskjøldurin við.

Signy A. Hermansen, fyrstilærari segði m.a. í røðu síni, at tey høvdu vald fuglin sum evni. Fuglurin er ein partur av føroyska samleikanum. Fuglurin sýnir samanhald sum par ella flokkur, og fuglurin livir í samljóði við umhvørvið.

- Fyri okkum menniskju eru hesi trý ein avbjóðing, ið krevur, at vit eru tilvitað. Samleikin má ikki gerast tilvildarligur. Samanhald krevur, at vit søkja semjur heldur enn stríð, og vit síggja í hesum døgum, hvussu umhvørvispolitikkur í stóran mun snýr seg um, at vit læra at liva í samljóði við náttúruna og sjálvandi eisini hvør við annan í einum ófriðarligum heimi, segði Signy A. Hermansen.

Henda góðveðursdagin í mai umboðaði Gunvør Balle, varaborgarstjóri, Tórshavnar kommunu.

Varaborgarstjórin segði m.a.:

- Fólkaskúlin skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Í øllum felagsskapum er neyðugt at hava reglur og eitt virðisgrundarlag. Um vit ikki sjálv gera reglur og orða virðisgrundarlagið, so mennist hetta í samspælinum í felagsskapinum, og úrslitið av tí kann vera gott, men ikki bara. Tí tá kann henda, at vit fáa aðrar reglur enn tær, sum gagna øllum væl, og eitt virðisgrundarlag, sum kanska ikki byggir á virði, sum í nóg stóran mun taka atlit at øllum í felagsskapinum.

Tríggir næmingar høvdu hvør sína sera greiðu framløgu um hvør sín fugl, og níggju næmingar sungu og spældu floytu. Næmingarnir eru so hepnir í Kaldbaks skúla at hava læraran úr Klaksvík, Rudolf Joensen, hjá sær, tí Rudolf spælir gitar og syngur væl. Tað var rættiliga skilligt í Kaldbaks skúla mikudagin, 3. mai 2017.

Signy A. Hermansen, fyrstilærari í Kaldbak, segði eisini, at ein skúli í eini bygd ger, at lív er í bygdini.

- Børnini her á staðnum læra og virka í sínum nærumhvørvi. Sum bygdargenta veit eg sjálv, hvat tað hevur at siga. Eg gekk míni fyrstu barnaár á Universitetinum í Norðdepli. Skulagarðurin spenti seg úr fjøruni niðan til garðarnar. Tann livandi náttúran vit ferðaðust og lærdu í, gav okkum eina serstaka uppaling, øðrvísi frá hvat vit kundu fingið á asfalteraðum fløtum ...


Myndin:
Kaldbaksbørn syngja og spæla, og Rudolf Joensen, lærari, stjórnar í fullsettum felagshøli í tí sera hugnaliga bygdaskúlanum

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.