Tíðindi

Samfelagsfrøði í skúlanum eggjar til áhuga fyri samfelagnum

Næmingar, sum hava samfelagsfrøði í skúlanum, taka meiri lut í samfelagnum og hugsavna seg meiri um samfelags viðurskifti, vísir nýggj kanning. Men hvussu kunnu lærarar skapa áhuga fyri lærugreinini?

12.02.2021

Samfelagsfrøði í skúlanum kann virka við til, at næmingar fáa størri vitan um samfelagið og samstundis hug at taka lut í samfelagnum á meiri breiðum grundarlagi. Men fyri at næmingarnir skulu kunna arbeiða við lærugreinini, mugu lærarar stuðla fakliga sjálvsálitinum hjá næmingum og áliti teirra í, at teir duga, halda granskarar, sum hava staðið fyri eini kanning um samfelagsfrøði í skúlanum.

Eldhugin og hvussu nógv, næmingarnir kýta seg, hevur nógv at siga fyri fakligu avrikini. Av tí at fakligt sjálvsálit er umráðandi í lærugreinini samfelagsfrøði, kunnu lærarar og næmingar arbeiða saman um ítøkilig faklig mál, til dømis at menna skrivligu argumentatiónina.

– Her kunnu lærarar geva nógv, heldur Nora Elise Hesby Mathé, granskari við Lærarainstituttið á Universitetinum í Oslo.

Saman við Eyvind Elstad, professara, sum eisini arbeiðir har, hevur hon kannað, hvat næmingarnir halda um lærugreinina samfelagsfrøði. Næmingarnir svaraðu spurningum um, hvat teir halda um lærugreinina og undirvísingina, og hvussu teimum dámar at arbeiða við lærugreinini.

Fakligt sjálvsálit hongur saman við avrikinum

Ein meiriluti av næmingunum heldur, at teir gera sítt besta, tá ið talan er um at arbeiða við samfelagsfrøði. Og teir halda, at tað at duga lærugreinina væl hevur samband við, hvussu nógv teir kýta seg.

– Tað snýr seg um teirra egnu fatan av, hvussu væl teir skilja hugtøk og fyribrigdi, sum hava við samfelagsfrøði at gera, og hvussu væl teir duga at skriva tekstir, sum hava við lærugreinina at gera, sigur Elstad.

Kenslan at duga og megna lærugreinina kann gera, at næmingarnir brúka meiri tíð til lærugreinina. Á tann hátt kenna teir, at teir duga lærugreinina betur. Tað er tí ein avbjóðing hjá lærarum, hvussu teir skulu eggja næmingar, sum at byrja við hava ta fatanina, at teir duga. Annað, sum eisini hevur nakað at siga fyri, hvussu næmingarnir avrika, er, at teir síggja lærugreinina at vera týdningarmikla fyri at skilja, at vera forvitin og hava áhuga fyri heiminum rundan um tey. Tí siga granskararnir, at lærugreinin hevur týdning fyri samfelagið.

Hvat kann lærarin gera?

Mathé og Elstad vísa á, at lærararnir kunnu gera nógv fyri at ávirka fatanina hjá næmingunum fyri lærugreinini samfelagsfrøði. Tað at næmingar halda, at lærugreinin er viðkomandi fyri lívið kann virka við til, hvussu nógv teir leggja í hana, og at teir gera meiri við hana. Lærarin kann fáa næmingarnar at granska í sambandinum millum lívið hjá næmingunum og sosial og politisk viðurskifti. Hetta sigur nógv um leiklutin hjá samfelagslæraranum, tá ið talan er um møtið millum næmingarnar og fakliga tilfarið – og nógvu møguleikarnar, sum liggja í hesum møtinum, sambært granskarunum. Lærarin kann gera royndirnar hjá næmingunum sjónligar og byggja á royndirnar og áhuga teirra fyri at seta spurningar.

Umráðandi fyri vegleiðing

Hvat næmingarnir halda um lærugreinina, og hvussu teir arbeiða við lærugreinini er tí viðkomandi. Tí er umráðandi at vita, hvat skal til fyri at motivera innsatsin hjá næmingunum. Jú meiri vit vita um, hvat tað er, sum eggjar og bjóðar næmingunum av umframt gevur teimum íblástur í lærugreinini, jú meiri kunnu vit byggja oman á vitanina fyri at vegleiða næmingarnar, halda granskararnir.

– Vit hava ikki granskað nógv í innsatsinum, sum næmingarnir leggja í samfelagsfrøði. Henda vitanin er virðismikil bæði fyri granskarar, teimum, sum undirvísa í samfelagsfrøði, og teimum, sum undirvísa lærarum, heldur Mathé.

Trý ráð til læraran í samfelagsfrøði

·       Knýt samband ímillum royndir, áhugamál og spurningar hjá næmingunum við samfelagsfrøðilig evni.

·       Arbeið til frama fyri, at næmingurin fær fakligt sjálvsálit í arbeiðinum við evnum í samfelagsfrøði.

·       Set faklig mál saman við næmingunum.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.