Tíðindi


Sambandið millum lærara og næming stóran týdning fyri hugburð til læring

Næmingarnir, sum lesa regluliga trívast betur og hava betur viðurskifti við læraran og skúlan, enn næmingurin, sum ikki lesur regluliga

31. mai 2018

Í stóru kanningini, sum er gjørd av lesivanunum í 4., 6. og 9. flokki eru næmingarnir spurdir um viðurskifti, so sum hvussu teimum dámar lærararnar, skúlan, hvussu teir trívast og onnur meiri persónlig viðurskifti. Í greiningini, sum tekur støði í lesitíttleika og hugburði til lesing, sæst, at næmingarnir í flokkunum, sum liggja í botn-10-bólkinum, hava verri samband við lærara sín, samanborið við næmingarnar í topp-10-bólkinum; 95% av næmingunum í topp-10-bólkinum halda, at lærarin er fittur ímóti sær, meðan samsvarandi tal er 76% í botn-10-bólkinum. Somuleiðis siga 82% av næmingunum í topp-10, at teimum dámar væl at vera í skúla, meðan samsvarandi tal er 53% fyri næmingarnar í botn-10. Næmingurin sum einstaklingur hevur ikki týdning, tí vit tosa um flokkar í hesum sambandi.

Trivnaðurin er eisini betri millum næmingarnar í topp-10 enn botn-10; positivari hugburðurin er til skúla og læring, meiri lesur næmingurin, og størri eru sannlíkindi fyri, at næmingurin er partur av topp-10-bólkinum. Hetta speglast aftur í spurninginum, hvussu væl næmingurin dámar at lesa.

Greiningarfyritøkan Lóður hevur greinað úrslitini; næmingar í 19 skúlum kring landið í 4., 6. og 9. flokki hava tikið lut í kanningini, skúlar við fáum og skúlar við nógvum næmingum; flestu skúlar hava fleiri flokkar í kanningini. Kanningin var gjørd í november 2017-januar 2018 og almannakunngjørd í apríl í ár.

Les meiri um kanningina av lesivanunum í Skúlablaðnum, á www.skulabladid.fo og malmenning.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.