Tíðindi


Samband millum happing og at skaða seg sjálvan

Ert tú happað/ur í skúlanum, ert tú fýra ferðir í størri vanda fyri at skaða teg sjálva/n.

8. september 2017

Ungfólk í aldrinum 13 til 19 ár, sum hava verið fyri happing, eru einsamøll, hava angist og tunglyndi, eru fýra ferðir í størri vanda fyri at skaða seg sjálva/an álvarsliga seinni í lívinum, samanborið við onnur ungfólk.

Tað kemur fram í eini kanning av nærum 900 ungfólkum í Nord-Trøndelag í Noregi; kanningin hevur fylgt ungfólkunum í 15 ár, eftir at tey hava tikið lut í eini stórari skúlaheilsukanning árini 1995–1997. Kanningin, sum verður nevnd Ung-HUNT1, varpar ljós á lívsdygd, likamliga og sálarliga heilsu. 89 av ungfólkunum eru seinni í lívinum løgd inn á sjúkrahús orsakað av sjálvskaðing ella sjálvsmorðsroynd.

– Nógv tey flestu, umleið 90 prosent, eru innløgd á medisinsku deild, men nøkur fá eru løgd inn á sálarligudeild ella skurðdeild, sigur Ottar Bjerkeset, professari í sálarligari heilsu við Nord universitet.

Hann hevur staðið fyri kanningini saman við granskaranum Asbjørn Junker og starvsfelagnum við NTNU, Johan Håkon Bjørngaard, professara.

Granskararnir fylgdu ungfólkunum í kanningini og skrásettu, um tey vóru innløgd á sjúkrahús; síðan var hugt nærri at, hvat eyðkendi ungfólkini, sum vóru innløgd orsakað av sjálvskaðan ella sjálvmorðsroynd, og tey, sum ikki vóru tað.

– Fyri tey, sum hava stríðst við angist, tunglyndi, happing og einsemi, er vandin fýra ferðir størri fyri sjálvskaðing og sjálvmorðsroynd. Fyri tey, sum hava epilepsi og migrenu, er vandin tvífalt so stórur, sigur Bjerkeset.

Úrslitini eru komin ávart á granskararnar.
- Sumt av tí, sum kemur fram í kanningini, hava vit væntað, til dømis at eyðkenni um angist, tunglyndi, happing og einsemi hava størri vandar við sær. Hinvegin hava vit ikki sæð áður, at vandin er stórur, um tú hevur epilepsi og migrenu.

Kanningar av vaksnum hava víst, at likamligar líðingar ofta hava samband við sálarligar líðingar, og at tær mangan koma fyri til dømis av felag íleguligum viðkvæmi. Umframt kunnu epilepsi ella migrena eisini vera avbjóðandi og føra til økta sálarliga tyngd, sum aftur økir vandan fyri sjálvskaðing.
- Sum heild eiga vit at vera á varðhaldi, tá ið ungfólk vísa tekin um einsemi og vónloysi, ella tey eru happað, ikki minst um tey eisini vísa tekin um angist og tunglyndi, sum ikki bara gongur yvir. Mangan tora vit ikki at spyrja um tey hava sjálvmorðstankar; hinvegin kenna tey, sum hava slíkar tankar, seg tryggari, um onnur vita, at tey hugsa so, sigur Bjerkeset.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.