Tíðindi

Saman flyta vit fjøll

Málið við ráðstevnuni er at geva okkum øllum okkurt at hugsa um, tá vit venda aftur til okkara gerandisdag og møta teimum ungu, ið vit vilja vita meiri um.

19.10.2018

Tey, ið arbeiða í skúlaverkinum, vita, at børn og ung í dag hava nógv at stríðast við. Tey verða alla tíðina mint á, hvussu týdningarmikið tað er at fáa eitt gott prógv í fólkaskúlanum. Tí prógvið skal brúkast til víðari lesnað. Víðari lesnaður er sum oftast á annan skúlabonk, men tað er eisini tær yrkisligu útbúgvingarnar. Tað er ikki so, at tú kanst júst tað, tú ynskir tær, við einum vánaligum prógvi. Aftur at hesum koma krøv um altíð at vera on-line, altíð at vera við upp á tað nýggjasta o.s.fr.

Hetta eru krøv, sum koma uttanífrá. Men krøv eru ikki tað einasta, ið summi børn hava at stríðast við. Her hugsi eg t.d. um diagnosur, sálarsjúk foreldur, rúsdrekkamisnýtslu o.s.fr., við øðrum orðum tey, ið hava ein truplan uppvøkstur. Vit vita fyri ein part, hvat hetta ger við okkara ungu, men vita vit nóg nógv?

Í septembur í 2016 fekk eg, saman við sjey øðrum, høvi at taka lut á eini ráðstevnu í Reykjavík. NFSP skipaði fyri eini sera spennandi ráðstevnu, ið setti sjóneykuna á førleikar heldur enn vantandi førleikar. From disability to ability. Tá henda ráðstevnan var farin aftur um bak, var tað litið okkum føroyingum í hendi at skipa fyri næstu ráðstevnu. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at føroyingar eru vertir. Ein ábyrgd, ið vit hava tikið í størsta álvara.

Fyrsta stigið var at finna fram til, hvat vit í Føroyum halda er viðkomandi fyri fakfólk, ið arbeiða við børnum og ungum. Vit vistu, at sálarheilsa var yvirskipaða evnið. Her er tað, at spurningarnir, ið eru nevndir fyrst í hesi grein, eru viðkomandi. Tað er av alstórum týdningi, at vit hava okkara eygu vend móti teimum avbjóðingum, okkara komandi ættarlið hevur. Hvussu kunnu vit økja um okkara vitan, so vit hjálpa teimum best?

Hesum máli halda vit í fyrireikingarbólkinum okkum hava rokkið við at hava eina so fjølbroytta skrá sum gjørligt. Vit hava hugt út um landoddarnar fyri at vita, hvat okkara grannalond hava at bjóða. Sjálvandi hava vit eisini hugt her heima, tí vit vita best, hvørjar avbjóðingar okkara egnu hava. Endaliga úrslitið er tveir spennandi dagar við eini sera víðfevndari skrá. Vit kunnu bjóða fyrilestrarhaldarar úr Noregi, Finnlandi, Danmark og Føroyum. Vit viðgera m.a. evni sum: heimasitarar, hvat ger strongd við dagsins børn og ungu, hvat gera vantandi førleikar við okkum sálarliga, og vit fáa innlit í málsligar avbjóðingar. Hetta seinasta passar væl, nú Mentamálaráðið hevur sett málmenning á breddan í barnagørðum, og vónandi verður framhald í fólkaskúlanum.

Aftur at eini mennandi og gevandi ráðstevnu undir heitinum “Saman flyta vit fjøll” er høvi at tekna seg til ein galladøgurða. Í hugnaligum kørmum verður høvi at fáa eitt prát í lag um dagsins upplivingar.

Hevur tú ikki hoyrt kingokórið, so er tað eisini ein møguleiki, tí skipað verður fyri eini útferð til Saksunar og Tjørnuvíkar.

Málið við ráðstevnuni er at geva okkum øllum okkurt at hugsa um, tá vit venda aftur til okkara gerandisdag og møta teimum ungu, ið vit vilja vita meiri um.

Vónandi hevur henda greinin verið við til at stimbra hugin at víðka um vitanina um børn og ung, soleiðis at nógv koma á ráðstevnuna, sum verður 26. og 27. apríl 2019.

Vitja okkara heimasíðu nfsp-konferencen.com og fá meiri at vita um fyrilestrarhaldararnar og ráðstevnuna.

Sjónarmið eftir Andreu á Rípuni í Skúlablað nr 5, 2018.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.