Leys størv
1 lærara í fast starv.
• 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023/2024.
Partur av starvinum er at virka sum lærari í forskúlanum. Harumframt undirvísa næmingum í innskúlingini. Møguliga verða eisini aðrar uppgávur. Endaligur setanarbrøkur verður ásettur eftir 1.septembur 2023.
• 1 námsfrøðiligum stuðulsfólki at starvast 25 tímar um vikuna. Starvið verður sett í tíðarskeiðnum 16. august 2023 til 18. juni 2024. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna.
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjari hevur viðkomandi arbeiðsroyndir t.d. frá forskúla,skúla ella frítíðarskúla. Starvið verður lønt eftir sáttmálanum hjá Pedagogfelagnum.
Tey, ið sett verða skulu:
• virka eftir endamáli skúlans, ið er trivnaður, ábyrgd og læra
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva
• vera fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum
• vera við til áhaldandi at menna skúlan
• vera stundislig og nærløgd
Førleikakrøv til lærarastørvini:
Læraraútbúgving. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.
Meira kann fáast at vita um størvini frá fyrstalæraranum Tom Joensen á tel. 740470.
Umsóknir, saman við c.v. og prógvum skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. mai 2023 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast til tom.joensen@skulin.fo. ella Eiðis skúli, Kolsvegur 8, 470 Eiði.
Viðmerkjast skal hvat starv talan er um. Tey, ið sett verða, skulu játta at barnaváttan verður umbiðin.
Eiðis skúli Kolsvegur 8 470 Eiði Eiðis skúli hevur forskúla umframt undirvísing í 1. – 7. árgangi. Skúlin hevur góðar umstøður til næmingar og lærarar.
Les meira um okkum á www.eidisskuli.fo
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.