Leys størv

Søkt verður eftir einum lærara til fast starv og einum lærara vegna avlopstímar skúlaárið 2018/19

Søkt verður eftir einum lærara til fast starv.

Somuleiðis verður søkt eftir einum lærara tíðaravmarkað til skúlaárið 18/19. Starvið er vegna niðursett tímatal og møguligar avlopstímar.Endaliga tímatalið verður ásett 1. oktober 2018.

Tørvur er á lærarum, sum m.a. kunnu undirvísa í donskum í framhaldsdeildini og hava svimjilæraraprógv.

Størvini verða sett eftir sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 18.1-29.2. Tey, ið sett verða, skulu hava læraraprógv.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og fegin vil hava gott samstarv við leiðslu, lærarar, foreldur og næmingar.

Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. juni 2018, kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at ringja til skúlastjóran á tlf. 230100 ella við at senda teldupost til: nomi.jacobsen@skulin.fo.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.