Tíðindi


Sáttmálasamráðingarnar lidnar

Við nýggu avtaluni kunnu vit gleðast um, at nýútbúni lærarin nú hevur betri møguleikar at finna stevið í skúlanum og tí arbeiði, ið har fer fram. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

29. januar 2018

So er sáttmálin hjá Føroya Lærarafelag undirskrivaður. Ikki er lætt at fáa alt tað, ein ynskir sær. Vit hava fingið eina lønarhækking í prosentum heldur enn í krónum, álitisfólkaskipanin verður dagførd, barnsburðarfarloyvið er longt úr 24 vikum til 28 vikur, og tann nýútbúni lærarin fær játtað 40 tímar til at seta seg inn í starvið fyrsta skúlaárið.

Sáttmálabroytingarnar hesaferð raka ikki ein so stóran bólk av lærarunum, um vit hyggja burtur frá lønarhækkingini, sum vit øll hava gleði av. Tó ynski eg at vísa á týdningin av tímunum til nýútbúna læraran.

Tað er er avgjørt at fegnast um, at nýútbúni lærarin fær tímar avsettar saman við akkerslæraranum. Hetta gevur nýggja læraranum eitt sindur av tíð at seta seg inn í nýggju umstøðurnar. Tað er ongin loyna, at tað krevur nakað av øllum, ið skifta starv, líkamikið, hvat hetta nýggja starvið inniber. Tað er stór umlegging hjá nýútbúna læraranum at fara frá at vera lesandi til at vera undirvísari. Tí eru vit fegin um, at arbeiðstíðaravtalan er dagførd soleiðis: ”Fyri nýútbúnan lærara, sum fyrsta árið er í starvi, fær nýútbúni lærarin játtaðar 40 tímar. Hesir tímar skulu nýtast til samstarv við akkerslærara, sum er vegleiðari hjá nýbyrjaða læraranum.”

Til samráðingarnar í 2015 bleiv arbeiðstíðaravtalan dagførd soleiðis, at akkerslærari fekk játtað 40 tímar til at hjálpa og vegleiða nýútbúnum lærara, ið var í starvi á fyrsta sinni. Nú fær nýútbúni lærarin eisini 40 tímar til hetta samstarvið. Tað er at fegnast um, at nýútbúni lærarin nú er betur stillaður, tá hann fer í starv. Tá ein er nýggur í starvi, eru tað nógvir spurningar viðvíkjandi mannagongdum, praktiskum viðurskiftum, næminga- og foreldrasamstarvi og mongum øðrum, sum mugu svarast. Afturat hesum skal nýútbúni lærarin hitta og samskifta við nógvar næmingar og foreldur og hitta nýggjar starvsfelagar.

Við nýggu avtaluni kunnu vit gleðast um, at nýútbúni lærarin nú hevur betri møguleikar at finna stevið í skúlanum og tí arbeiði, ið har fer fram.

Tað er ongin loyna, at eftir mínum tykki krevur arbeiðstíðaravtan ábøtur. Men hetta var tað, vit náddu hesaferð. Vónandi náa vit fleiri málum til næstu samráðingar.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.