Tíðindi

Sálarheilsa: Øll segl samfelagsins eiga at verða sett til fyri at veita neyðugu hjálpina

- Norðurlendsk gransking vísir tíverri, at sálarligar avbjóðingar eru ein avgerandi orsøk til, at ung gevast við miðnámsútbúgvingini og sostatt eru í øktum vanda fyri at standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin og fáa varandi sálarligar trupulleikar, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

19. apríl 2021

Tað tykist, sum er í løtuni stórt fokus á sálarsjúku, bæði innan heilsu- og skúlaverk, og nógv hendir í løtuni á økinum. Átøk verða gjørd, og tosað verður nógv í almenna rúminum um sálarheilsu. Vit hava spurt Jenis av Rana, landsstýrismann, ið m.a. varðar av skúlaverkinum, nakrar spurningar í hesum sambandi.

Ókeypis hjálp til fólk millum 15 og 35 ár er komin í lag, og tú hevur sett arbeiðsbólk, ið skal orða eina ætlan um, hvussu ung við sálarligum avbjóðingum kunnu fáa eitt miðnámsskúlatilboð. Hvussu ber tað til, at so nógv ljós verður varpað á hetta júst nú, tí trupulleikin er neyvan nýggjur?

 - Rætt er, trupulleikin við sálarheilsustøðuni er tíverri ikki nýggjur. Hendan lemjandi og óskiljandi sjúkan hevur ligið sum ein køvandi skuggi yvir mannaættini, íroknað okkara føroysku, í øldir. Tað gleðiliga er tó, at sjúkan og hennara vanlukkuligu fylgur eru drignar meiri fram í ljósið seinnu árini, sigur Jenis av Rana.

- Vit hava øll torað betur og betur at tosað um hendan partin av samlaða heilsu- og sjúkumynstrinum, og ikki minst hava tey mongu, ið eru rakt, og avvarðandi teirra, havt dirvi at tikið lut í kjakinum og gjørt trupulleikan sjónligan. Tað dulda er vorðið meira sjónligt, tó at enn ikki er komið á mál.

- Harumframt, men ikki minst, er farið burturfrá bert at tosa um viðgerð, til meira og meira at tosa um fyribyrging og verju. Júst hesin opinleikin og at fyribyrgingarparturin er vorðin settur á skrá, meti eg er ein av orsøkunum til tað, ið hendir á økinum. 

Er nógv av tí, sum verður sett í verk nú, gamlar ætlanir, sum hava verið ávegis longi, ella eru tað sitandi myndugleikar, ið varpað ljós á sálarligu avbjóðingarnar í okkara samfelag? 

- Eitt av fyrstu málunum, sum eg, tá eg byrjaði sum landsstýrismaður, legði dent á, at ljós skuldi setast á í skúlaverkinum, var trivnaður barnanna og teirra ungu. Kanningar, m.a. trivnaðarkanningar í skúlunum, váttaðu veruleikan, at sera mong mistrivust, og at hóast inntriv yvir ár var lítil framgongd at hóma, viðkomandi tøl broyttust ov lítið. Sárt var eisini at staðfesta, at hóast nógvar kanningar og greið úrslit, sum róptu eftir hjálp, varð ov lítið miðvíst og grundleggjandi gjørt fyri at bøta um.

- Tí raðfestu vit trivnaðin munandi, m.a. varð serkønur trivnaðarráðgevi settur í fólkaskúlan, og vit styrktu trivnaðarøkið, bæði í fólkaskúlunum- og á miðnám.

- Sum tú nevnir, so settu vit so seint sum í farnu viku ein bólk av serkønum at kanna og koma við tilmælum um, hvussu vit kunnu hjálpa ungum við sálarligum avbjóðingum. Talan er um ein arbeiðsbólk, sum skal orða eina ætlan fyri, hvussu ung við sálarligum avbjóðingum kunnu fáa eitt miðnámsskúlatilboð, men ikki minst varðveita eitt miðnámsskúlatilboð, sigur Jenis av Rana.

Landsstýrismaðurin, ið varðar skúlaverkinum, metir, at varandi trupulleikar kunnu standast av, um sálarheilsa ikki verður tikin í álvara í skúlunum.

- Norðurlendsk gransking vísir tíverri, at sálarligar avbjóðingar eru ein avgerandi orsøk til, at ung gevast við miðnámsútbúgvingini og sostatt eru í øktum vanda fyri at standa uttan fyri arbeiðsmarknaðin og fáa varandi sálarligar trupulleikar, sigur landsstýrismaðurin.

- Arbeiðssetningurin hjá bólkinum er at koma við ítøkiligum boðum upp á átøk, sum kunnu bøta um sannlíkindi fyri, at ung við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, megna at fullføra miðnám. Bólkurin skal gera uppskot um, hvar kann setast inn fyri at tryggja, at næmingarnir verða hjálptir betri, og lýsa, um tørvur er á nýggjum tilboðum, og hvørji hesi kundu verið. Eisini skal bólkurin lýsa verandi skipanir, sum stimbra og stuðla uppundir at megna at fullføra miðnám og finna snávingarsteinar ella forðingar í skipanunum, sum viðvirka til, at ung í hesum málbólki ikki gjøgnumføra miðnám.

Sálarligu trupulleikanir virða tíverri einki aldursmark

Umframt at vera landsstýsismaður ert tú eisini lækni. Hitti tú fólk við sálarligum avbjóðingum í læknastarvinum, og hevur tú varhuga av, at avbjóðingarnar eru vaksandi, heldur enn minkandi? 

- Tað, sum eg greitt sá, sum árini fóru um bak í læknastarvinum, var, at fleiri og fleiri ung og børn stríddust við sálarligar avbjóðingar. Eg dugi tó ikki avgjørt at siga, um tey veruliga vóru fleiri, ella um tað skuldast, at tey við tíðini gjørdust sjónlig, sigur Jenis av Rana.

- Men fleiri og fleiri møttu í viðtaluni, og tí var tað ein stórur bati, tá fyrstu sálarfrøðingarnir vóru staðsettir í miðnámsskúlunum. Brádliga gjørdist lættari, og fyri tey ókeypis, at fáa samband við tey serkønu á økinum og hjálp teirra.

- Møguleikin, ið læt seg upp í farnu viku, at ung millum 15 og 35 kunnu fáa ókeypis sálarliga viðgerð fyri angist og lætt tunglyndi, er ein annar bati, hvørs týdningur ikki kann yvirmetast. Men vit mugu ikki gevast her, vit mugu halda á og ongantíð ov skjótt víðka aldursmarkið til eisini at fevna um børn yngri enn 15 ár. Hetta mæla barna- og ungdómssálarlæknar okkara eisini til, tí sálarligu trupulleikanir virða tíverri einki aldursmark.

Vit liva í einum vælferðarsamfelag, har ein skuldi hildið, at øll hava tað gott, og har t.d. skúlaskipanin meira enn nakrantíð varpar ljós á trivnað og sálarheilsu. Hví er so stórur tørvur á at seta ljós á sálarligu avbjóðingarnar í dagsins samfelag?

- Menniskjan livir jú ikki av breyði eina, og vit kundu lagt afturat, at menniskjan trívist ikki av vælferð eina, kanska tvørturímóti, tykist veruleikin aftur og aftur minna okkum á. Tað, sum byrjar við størstu gleði, ta løtuna eini hjún fáa fyrsta, annað ella seinasta barnið, kann tíverri skjótt broytast til eina byrðu, sum foreldur, hvussu væl tey enn sjálv eru fyri, ikki einsamøll megna at bera. Tá eiga vit sum vælferðarsamfelag at standa til reiðar og bjóða teimum okkara hjálp.

- Onki er so lívsjáttandi sum at uppliva eitt av sálarligum avbjóðingum spert barn ella ein ungdóm, sum hevur fingið hjálp, og er sloppin út aftur í frælsið. Uttan mun til á hvønn hátt hetta er hent, so eiga øll segl samfelagsins at verða sett til fyri at veita neyðugu hjálpina. Eitt bjargað barn, ein endurreistur unglingi, ein trygg og lukkulig familja er vert allan kostaðin, sum samfelagið má bera, metir Jenis av Rana.

Tekstur: Dagfinn Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.