Tíðindi
11.05.2017
Stórur skúli? Jú, Skúlin við Løgmannabreyt er ein stórur skúli, men hann er bara umleið helvtina av tí, sum skúlarnir á Fløtum í Havn og Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík vera við hvør sínum um 800 næmingum. Skúlin við Løgmannabreyt er tvísporaður, og stórskúlarnir í ávikavist Havn og Klaksvík eru trísporaðir.
Tað áhugaverda við spurninginum um skúlastødd er, at allir skúlastjórar og mong við teimum halda, at júst teirra skúli er akkurát passaligur, eitt nú Sumbiar skúli við 25 næmingum og trimum lærarum og Sørvágs skúli við stívliga 180 næmingum og einum 20 lærarum.
- Tað, sum er nokk so sjáldsamt við okkara skúla, er, at skúlaøkið hjá okkum er so lítið. Skúlin liggur her á einum íbúðarøki, og næmingarnir búgva her á økinum, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri, ið vanliga er til arbeiðis frá átta til fimm.
Økið er í roynd og veru ikki meira enn einar 300 metrar í allar ættir. Tað ber í sær, at skúlastjórin sær tey allan dagin.
- Eitt annað, sum henda skúlastøddin fevnir um, er frítíðarskúlin. 1. og 2. flokkur, tey eru her frá klokkan átta til klokkan fimm, og eg fari heim klokkan fimm og viðhvørt klokkan seks, so eg síggi ofta øll hesi børnini, sigur Høgni.
Hann ivast ikki í, at eitt nú Sørvágs skúli við sínum 180 næmingum er passaligur sum eittsporaður skúli. Men verður røtt um økið í Hoyvík, áttu millum fýra og átta skúlar í sørvágsstøddini at verið innanfyri tað gamla kommunumarkið í Hoyvík. ´
- Í Sørvági er skúlastøddin har tann ideella, og her í Hoyvík er okkara skúli tann rætta støddin, heldur skúlastjórin.
Tað kundi verið ein andsøgn at siga, at Skúlin við Løgmannabreyt er passaligur til støddar, tí hann er – í hvussu so er í løtuni – yvirbókaður. Tað vil siga, at ikki øll, sum vilja ganga í skúla her, sleppa í skúlan. Men veruleikin er, at skúlabarnatalið minkar. Familjurnar í grannalagnum eldast sum øll livandi menniskjur og eiga sostatt ikki áhaldandi børn. Familjurnar eiga hagfrøðiliga í miðal hálvttriðja til trý børn í part. Og eru tvey-trý ár ímillum børnini, so eru familjurnar lidnar at eiga børn eftir einum sjey-átta árum. Í dag stýrir karrieran lívinum.
Tá ið ein skúli kemur upp í løgmannabreytarstødd eru trý fólk í dagligu leiðsluni. Barnatalið er omanfyri 400, og sostatt verða leiðslutímarnir fleiri. Leiðslan fordeilir arbeiðiðHon hevur ta námsfrøðiligu og fíggjarligu ábyrgdina av skúlanum. Leiðslan býtir eisini arbeiðið millum lærararnar soleiðis, at summir taka sær av innskúlingini, og aðrir stjórna undirvísingini í ávikavist grunddeildini, miðdeildini og hádeildini.
- Tí er tað av so stórum týdningi, haldi eg, at mann hevur eina sjónliga leiðslu, sum næmingarnir síggja upp á gott og ilt, sigur Høgni Joensen.
Myndin:
Høgni Joensen, stjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, heldur seg kenna allar teir 438 næmingarnar í tí stóra skúlanum í Hoyvíkshaganum
Tekstur og mynd: Sonne Smith