Tíðindi

Rætt at avtaka landsroyndirnar

- Børn eiga at verða spard fyri eksamiuótta og karakterstress so leingi sum til ber, tí vit eru nú einaferð børn so øgiliga stutt, sigur Bergur Rasmussen, lærari í Skúlanum á Fløtum í Havn

24.10.2017

Landsstýriskvinnan hevur rætt, nú hon ætlar at taka ein steðg í at hava landsroyndir; tað heldur Bergur Rasmussen, sum hevur verið lærari í nógv ár.
- Børn eiga at verða spard fyri eksamiuótta og karakterstress so leingi sum til ber, tí vit eru nú einaferð børn so øgiliga stutt. Tað er nóg ringt, at tannáringarnir í ringastu umbyggingartíð skulu vera í teirri støðu, at framtíðarútlit teirra verða definerað í hormonherjaða tíðarbilinum av lívinum, har evnini av savna seg um intellektuellar avbjóðingar kunnu vera rættiliga svingandi.

Bergur Rasmussen heldur, at tær flestu broytingarnar, myndugleikarnir, einamest teir donsku, eru komnir við hesi gott 20 árini, síðan hann tók læraraprógv, hava havt til endamáls at betra um "kappingarførið" mótvegis stóra útlandinum, sum um vit einans liva fyri at vera partur av produktiónsapparatinum.
- Sleptir eru allir tankar um "heila" menniskjað og hugtøk sum "virði í sær sjálvum", og tí rákinum haldi eg landsstýriskvinnan við hesi avgerðini skal rósast fyri at hava torað at gingið ímóti.

Bergur leggur tó afturat, at hann hevur ikki beinleiðis royndir við landsroyndunum enn; hann hevur tó sitið vakt, meðan royndirnar hava verið, og sum hann sigur, ”børnini brotnaðu ikki, sjálvt um onkur kanska bleiv eitt sindur keddur um, at "tað knappliga bleiv vekk”.
- Tá eg havi havt tey seinni í framhaldsdeildini, dugdu tey teknikkin ... og hann, vóni eg, er komin fyri at vera, tí tað er rætt at innstilla royndirnar eftir talgilda veruleikanum, sum børnini liva og virka í.

Í morgin verður fyrsta viðgerð av uppskoti frá landsstýriskvinnuni við skúlamálum um at egra frávik í ásetingini um at hava landsroyndir á hvørjum ári.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.