Tíðindi

Royndir á jøvnum føti

Hvussu skal eg sum lærari, sum hevur arbeitt hart og miðvíst fyri, at hesir næmingar skulu hava so góðar møguleikar sum gjørligt at ogna sær vitan, siga, at tú kanst ikki taka lut í PISA, tí tú dugir ikki nóg væl at lesa uttan hjálparamboð? Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

14.05.2018

PISA hevur júst verið yvir okkum enn einaferð, og aftur hesa ferð stóðst kjak um royndina. Ikki um úrslitið, tí tað er ikki tøkt enn, men um hvør slapp at vera við. Hesa ferð var lesing í miðdeplinum, men tað løgna í øllum hesum er, at samstundis sum vit hava lesiár í Føroyum, og skúlar eru farnir at gera nógv burtur úr lesing, so sluppu ikki allir næmingar til royndina. Skúlar gera nógv við at fáa hjálparamboð til teir næmingar, ið hava trupult við at lesa, so teir kunnu vera við á jøvnum føti við aðrar næmingar, men í PISA eru teir ikki tað. Onnur hava gjørt av, at hjálparamboð kunnu ikki brúkast til royndina, so føroyskir skúlar sóu seg noyddar at ráða lesiveikum næmingum frá at fara til royndina. Orsøkin er, at hesir næmingar ikki skulu fara til eina roynd, sum teir ikki megna.

Men hvussu skal eg sum lærari, sum hevur arbeitt hart og miðvíst fyri, at hesir næmingar skulu hava so góðar møguleikar sum gjørligt at ogna sær vitan, siga, at tú kanst ikki taka lut í PISA, tí tú dugir ikki nóg væl at lesa uttan hjálparamboð?

Hetta er ein heilt margháttlig støða at vera í. Ein støða, sum eg als ikki vil vera í ella koma í. Hvussu skal eg kunna geva hesi boð, uttan at næmingurin fær kensluna av ikki at vera nóg góður? Sjálvandi eru undantøk, har hesi boðini ikki rína við, og teir næmingarnir skulu nokk klára seg. Eg hugsi meiri um hinar, ið kanska hava stríðst seg til tað úrslit, ið er, men sum nú ikki sleppa at vísa sítt virði.

Nú er tað kanska onkur, ið vil siga, at royndin er dulnevnd, so ongin sær úrslitini hjá hvørjum einstøkum næmingi. Til hetta er at siga, at metingin liggur ikki í úrslitinum, metingin liggur í møguleikanum at fara til roynd sum øll onnur, at vera javnsettur við onnur. Um so er, at vit skulu til eina altjóða roynd, so má fyrsta metingarstøðið vera, at øll eru boðin við til roynd, og sama má vera galdandi í hinum londunum. Vit, sum eru í undirvísingarverkinum, hoyra javnan, at hini londini senda útvaldar næmingar til PISA. Um so er, veit eg ikki, vit mugu gera tað, sum tænir okkara ungdómi og skúla best.

Eg havi fyrr sett spurningin, hví vit eru við í PISA. Eg veit ikki, eg veit heldur ikki, hvat vit brúka kanningina til. Um vit framhaldandi skulu vera við, havi eg sum so ikki nakra meining um, men eg vil tó siga, at eru vit við, so er týdningarmikið, at vit fáa broytt avgerðina um hjálparamboð til næstu ferð. Tað er ein risa avbjóðing, men vit kunnu ikki sita hevur í favn og bíða, til onkur annar fer at taka dystin upp fyri okkum, tí tað fer neyvan nakar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.