Tíðindi

Royndir hava givið okkum førleikar til skjótt at kunna seta neyðug átøk í verk

- Skuldi farsóttin noytt okkum til aftur at stongt skúlarnar, hevði møgulig ávirkan á próvtøkur og annað verið tengd at, hvussu longi slík átøk móti skúlunum høvdu vart, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður

13. januar 2021

Í londunum kring okkum gjørdi koronasmittan um seg um ársskiftið, og smittutølini vuksu. Tað gjørdu tey eisini í Føroyum. Hetta fekk fleiri at spyrja, eitt nú á sosialum miðlum, um eitt nú skúlin mundi byrja aftur, sum vant, í januar 2021, ella um fjarundirvísing aftur fór at gerast veruleiki.

Men frá myndugleikunum hoyrdis onki, og skúlarnir, og samfelagið annars, byrjaði aftur eftir jóla- og nýggjársdagarnar. Og koronatølini eru aftur fallandi.

Men hvørjar hugsanir hevur landsstýrismaðurin, ið umsitur skúlan, nú eitt nýtt frábrigdi av koronasmittu ger um seg, tað sokallaða enska frábrigdið, ið sigst smitta sera illa?

- Eg fari at grunda míni svar á ta positivu støðu, sum er í løtuni, heldur enn á ivasamar metingar um framtíðarútlit. Vit í landsstýrinum fylgja hvønn dag neyvt við farsóttini, so neyvt sum til ber við hesum nýggja og sjáldsama virus, sum ber seg øðrvísi at, enn flestu onnur. Á okkara regluligu landsstýrisfundum verða ymisku framtíðarútlitini viðgjørd, eisini í sambandi við teir nýggju variantarnar, sum gera um seg í grannalondunum. Júst tí broyta vit tilmælini regluliga, og vit meta, at leið okkara higartil hevur verið ómetaliga góð. Vit hava við skilagóðum átøkum vart føroyska samfelagið móti farsóttini, samstundis sum vit hava megnað at minimera neiligu ávirkanina, sum ov bráð átøk kundu havt, bæði á skúlan og fyri tey børn og ung, sum har ganga, men eisini á vinnulívið og føroyingin sum heild, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

Kunnu skjótt seta átøk í verk

Men um nú enska frábrigdið av koronu kemur til Føroya, og skúlarnir stongja, hvørjar verða so avleiðingarnar fyri til dømis royndir og próvtøkur?

- Skuldi farsóttin noytt okkum til aftur at stongt skúlarnar, hevði møgulig ávirkan á próvtøkur og annað verið tengd at, hvussu longi slík átøk móti skúlunum høvdu vart. Í løtuni bendir tó onki her heima á, at hetta verður neyðugt, og royndir okkara frá í fjør sannførdu okkum um, at vit mugu verða varin við slíkum inntrivum, sigur Jenis av Rana.

- Tó meta vit eisini, at hesar royndir góvu okkum førleikar til skjótt at kunna seta neyðug átøk í verk, átøk, sum tó í hvørjum einstøkum føri mugu kannast fyri fyrimunir og vansar, áðrenn endalig avgerð verður tikin, metir Jenis av Rana.

Men enn metir landsstýrismaðurin ikki vanda vera á ferð.

- Vit kenna okkum sum er at vera á rættari leið við teimum tiltøkum, sum vit sum landsins myndugleikar higartil hava tikið móti koronafarsóttini, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.

Tekstur: Dagfinn Olsen

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.