Tíðindi

Raðfestir trivnaðin

Torgerð P. Joensen tók 1. august við starvinum sum fyrstilærari í Hósvíkar skúla.

08.09.2021

Torgerð er 30 ára gomul, tók læraraprógv í 2017 frá Institution for skole og læring, Metropol í Danmark.

Tórgerð hevur síðan lokna útbúgving miðvíst virkað fyri at ogna sær serkunnleika í byrjanarundirvísing og hevur royndir á økinum frá donskum skúla, og hetta síðsta skúlaárið úr Hósvíkar skúla. Hon hevur m.a. førleikament seg í útiskúlanámsfrøði og lesimenning - m.a. konseptið ”læsemakkere”.

Í 2021 hevur hon tikið eykaprógv í føroyskum.

Hvat er mest spennandi við uppgávuni sum skúlastjóri?

 - Hósvíkar skúli er fyri stuttum vorðin ein grunddeildarskúli. Tí er tað løtuni mest spennandi at ávirka námsfrøðiliga og fakliga arbeiðið, og miðvíst gerast klókari uppá, hvussu vit geva næmingunum eina góða byrjan upp á skúlalívið, sigur Torgerð Joensen.  

Hvat metir tú er týdningarmest, tá ein stendur á odda fyri einum skúla?  

- Uppgávurnar hjá fyrstilærarum eru sera fjølbroyttar. Ein av teimum týdningarmiklastu uppgávunum er at stuðla næmingum og starvsfólkum í at byggja eina skúlamentan, har læra er í miðdeplinum, men eisini at raðfesta sosial tiltøk, soleiðis at næmingar og starvsfólk trívast á staðnum. Harafturat er eitt gott samstarv við skúlarnar í økinum sera týdningarmikið, tá man stendur á odda fyri einum lítlum skúla, sigur Torgerð Joensen.

Hvørjum fert tú at serliga at leggja teg eftir sum skúlastjóri, og hvussu fert tú at mynda skúlan?       

- Hósvíkar skúli stendur í nýggjum hami sum grunddeildarskúli. Tí verður í næstum farið undir at skapa ein profil, og at gera eina menningarætlan fyri skúlan, sigur Torgerð Joensen, fyrstilærari í Hósvíkar skúla. 

Stuttgreinarøð: Í hesi stuttgreinarøð fregnast vit, hvat nýsettir skúlaleiðarar hugsa um nýggja starv sítt, hvørjar royndirnar eru og hvørjar ætlanir liggja í kortunum.

Tekstur: Dagfinn Olsen

 

  

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.