Tíðindi/Greinar

06.02.2018

Pílurin peikar rætta vegin

Eftir loknar samráðingar hava lærarar vunnið sær enn fleiri rættindi, fingið størstu lønarhækking seinastu 10 árini og ikki givið nøkur rættindi burtur. Stór mál eru tó fyri framman og felagskós má finnast. Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur og skrivari í Føroya Lærarafelag.

Í samráðingarstøðum eru altíð ynski frá báðum pørtum. Sum heild kundu vit ynskt meira, men vit fóru til samráðingarnar við einum ynski um semju – og ikki at fara í verkfall.

Semjan útgreinað

Semjan við Lønardeildina gevur millum annað lærarum eina lønarhækking á 2,3% frá 01. oktobur 2017 og síðan 2,5% 01. oktobur í ár.

Lønardeildin ynskti at veita hækkingina í krónum, men eyðsæð er, at flestu lærarar eru á endaløn (umleið 65%) og á ovaru stigunum, og eisini hava vit fleiri enn 60 lærarar í leiðslustarvi. Prosent geva tí nógv meira sum heild til lærarar.

Her varð lurtað, og okkara ynski varð fylgt. At verkføllini frammanundan ávirkaði júst hetta umráðið, er tó ikki óhugsandi.

Vit ynsktu somuleiðis at styrkja arbeiðsumstøðurnar hjá nýútbúnum lærarum fyrsta árið við at tryggja, at teir fáa løn og umstøður at samskifta og samstarva við akkerslærara. Her varð lurtað, og játtaðir vórðu 40 tímar til hesar lærarar, meðan akkerslærari frammanundan somuleiðis fær tímar til hetta arbeiðið.

Semja varð um, at lærari, sum hevur setanarbrot minni enn 0,5 í skúlanum, men hevur meir enn hetta samanlagt við aðrari setan í forskúla ella fólkaskúla, fær roknaðan fullan starvsaldur. Hetta tryggjar m.a. lærarar, ið arbeiða bæði í forskúla og skúla undir sama skúlataki.

Barsilsskipanin er somuleiðis betrað, soleiðis at kvinnuligir lærarar, ið eru í barnsburðarfarloyvi, fáa 4 vikur meira við løn.

Álitisfólkaskipanin er dagførd og betrað á nøkrum økjum. Tíverri vildi FMR ikki veita varaálitisfólkum nakrar tímar.

Viðvíkjandi KT-økinum eru partarnir (FMR/MMR/FL) samdir um at endurskoða arbeiðstíðaravtaluna hjá KT-vørðum. MMR hevur bundið seg at fáa arbeiðið sett í gongd við at heita á Kommunufelagið at koma til samráðingar og orða endaligt eina orðing, áðrenn 01.01.2019, sum eftir ætlan fer at virka við skúlaáríð 2019/20. Vit mugu semjast um eitt valds- og gjaldbýti millum kommunu og land.

Málini fyri framman

Sum sagt høvdu vit fleiri onnur ynski. Viðvíkjandi løn fyri at arbeiða við sínari ískoytisútbúgving fingu vit ikki MMR og FMR at viðgera hesi viðurskifti í samráðingunum. Tað varð eitt greitt nei.

Vit mettu tó ikki, at vit kundu seta tað sum ultimativt krav, tí eitt nú eru lærarar ikki á einum máli um hetta, og til hetta krevst eitt munagott undan- og fyrireikingararbeiði við MMR um innihald og viðbót. Tað merkir tó ikki, at vit hava slept málinum, tvørturímóti.

Neyðugt er nevniliga at formalisera viðurskiftini á Førleikastovunum, sum hevur leiðsluábyrgd á summum økjum. Við leiðslu og ábyrgd eigur løn at fylgja við.

MMR er sinnað at práta um hesi viðurskifti og finna eina hóskandi loysn. Vit taka landsstýriskvinnuna upp á orðið og fara at seta okkum í samband við hana. Hetta verður arbeitt við komandi mánaðirnar, tí báðir partar ynskja greiðar leiðreglur viðvíkjandi innihaldi og viðbótum.

Vit ætla eitt nú at styrkja sambandið við Námsvísindadeildina og lesandi har á staðnum soleiðis, at hesi eru væl brynjað til eitt munagott og virkið arbeiðslív eftir loknan lestur.

 

 


Samband

Lærarafelagið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 61 68 63

Fax. 31 96 44

Teldupostur:lararaf@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Sendistovan