Tíðindi
04.09.2017
Píkasjey.fo er ein nýggj heimasíða har børn kunnu uppliva og læra um føroysk dýr beint á skíggjanum. Eisini er upplagt hjá skúlum og barnagørðum at brúka síðuna, tá ið arbeitt verður við evnum úr náttúruni.
Beinta Johannessen hevur gjørt heimasíðuna við umhvørvisstuðlinum 2015 frá Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommuna letur á hvørjum ári stuðli til umhvørvisverkætlanir. Stuðulin varð latin Beintu til at skapa eina heimasíðu burturúr bókarøðini, sum hon hevur skrivað um føroysk dýr. Sostatt kunnu føroysk børn nú, á nútímans hátt, leita sær vitan, síggja myndir og lesa um fjølbroytta og spennandi dýralívið, vit hava í og kring Føroyar.
"Alt byrjaði úti á Føroya Sjósavni, har eg sá flottu fuglamyndirnar, sum Hans Eli Sivertsen hevur tikið. Stutt eftir varð eg biðin um at skriva eina krabbabók um føroysk dýr og náttúru. Ein bók bleiv til fleiri, og næsta natúrliga stigið var at gera tilfarið talgilt, so at so mong sum gjørligt kunnu fáa gleði av tí.”
- Beinta Johannessen
Á píkasjey.fo eru flottar myndir av fiskum, fuglum, firvaldum, krabbum, skeljum, slangustjørnum og mongum øðrum allar tiknar av føroyskum fotografum. Harumframt forkunnug ljóðbrot og ymisk filmsbrot. Eisini ber til at royna sína vitan við stuttligum spurnarkappingum.
Í næstum kemur eisini nýggja blaðið Píkasjey út, sum er ætlað børnum úr forskúlaaldri til og við 2. flokk. Blaðið fer m.a. at innihalda tilfar frá pikasjey.fo umframt ymiskar greinar, samrøður, uppgávur, ítrív, tilfar frá lesarum og mangt annað.
Beinta Johannessen er blaðstjóri á STROK og rithøvundur. Hon hevur m.a. skrivað bókarøðina “Firvaldur í Føroyum”, “Heiðafuglur í Føroyum”, “Sjófuglur í Føroyum”, “Smáfuglur í Føroyum”, “Rúmdin” og “Eg og mítt kelidýr. Kanin”. Beinta fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs í 2016.
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.