Tíðindi

Psykoterapeuturin tosar fyribyrgjandi við næmingar

Annað skúlaárið á rað arbeiðir psykoterapeutur í Runavíkar kommunuskúla, og royndirnar eru góðar. Psykoterapeuturin arbeiðir ikki inni á økinum hjá nøkrum øðrum fakbólki í fólkaskúlanum, sigur varaskúlastjórin.

08.03.2023

Runavíkar kommunuskúli søkti á sinni um at sleppa undir royndar- og menningarvirksemi við psykoterapeuti. Umsóknin var ikki gingin á møti. Jónleif Johannesen, sum er varaskúlastjóri, vendi sær tí til kommununa fyri at vita, um hon kundi vera við til at seta eitthvørt í gongd, sum kann hjálpa teimum næmingum, ið lærarar ikki megna at hjálpa. Hann vísir á, at ein triðingur av hesum næmingum hava avbjóðingar inni í sær sjálvum, sum ikki eru tongdar at skúlanum. Tveir triðingar hava avbjóðingar við ymiskum, sum hevur við skúlan at gera, tí fakliga, trivnaðinum og øðrum.

- Vit kunnu hjálpa tveimum triðingum við ymiskum tiltøkum, sum flokslærari og AKT-lærari seta í verk saman við førleikastovuni. Heilsufrøðingur kann eisini gera nógv. Tann síðsti triðingurin stríðist við okkurt, sum lærarin ikki hevur førleika at hjálpa við ella hevur tímar til. Hesum næmingunum tørvar eisini hjálp.

Í skúlanum arbeiðir ein stuðul, sum hevur eina 4,5 ára útbúgving sum psykoterapeutur. Næmingarnir kenna viðkomandi væl. Uppleggið frá skúlanum var tí, at kommunan er við í eini royndarskipan, har hon rindar psykoterapeutinum 20 tímar um vikuna.

- Tíbetur vildi kommunan finna eina loysn saman við okkum, og royndarvirksemið hevur higartil eydnast væl. Psykoterapeuturin er í skúlanum hvønn dag, og er tørvur á hjálp, so er hon á staðnum. Endamálið er at arbeiða út frá meginregluni, “hvussu megni eg mítt lív”. Psykoterapeuturin tosar við næmingin, meðan hann enn megnar at vera í skúlanum. So verða fyriskipanir funnar, sum rigga til næmingin, sum gera, at barnið áhaldandi megnar at koma í skúla við nøktandi uppmøting. Tað verður handlað skjótt og í nærumhvørvinum, og tað er tað týdningarmesta.

Varaskúlastjórin vísir á, at psykoterapeuturin arbeiðir ikki inni á økinum hjá nøkrum øðrum fakbólki í fólkaskúlanum.

- Hetta er ein uppgáva, sum dettur niður ímillum fakmørk. Talan er ikki um tímar, sum verða tiknir frá skúlanum. Hinvegin er talan um eina gjógv ella eitt hol í skipanini, sum psykoterapeuturin fyllir. Psykoterapeuturin hevur nógv at gera og fangar tíðliga næmingar, sum stríðast. Vit hava næmingar, sum standa á bíðilista til psykiatriina og hava bíðað leingi. Hesar næmingarnar tosar psykoterapeuturin eisini við, tí teir hava brúk fyri bráðfeingis hjálp. Spyrja vit lærararnar her á staðnum, so eru allir á einum máli um, at psykoterapeuturin eigur at halda fram, tí teir síggja, at tað munar sera væl.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.