Tíðindi
01.09.2017
Eftirmetingin er farin í gongd, og tá ið hon er liðug, fer danska stjórin at taka støðu til, um tørvur er á at tillaga próvtøkustigan, sum var settur í gildi í 2006-2007.
Síðan 7-talsstigin var tikin í nýtslu, hevur kjak verið um eitt nú munin millum próvtølini og møguleikan fyri próvtøkuinflatión. Eftirmetingin skal taka støðu til, um stigin livir upp til málini, sum upprunaliga vóru sett honum.
Eg haldi, at eitt próvtal vantar fyri tað, sum er heilt serstakt. 12-talið er gott, men hetta próvtalið fevnir um bæði framúr avrik, og eisini tað heilt serstaka. Samstundis skulu vit hyggja at, um skipanin er ov eintýdd. Eftirmetingin skal hjálpa okkum at fáa vitan um tørvin á tillaging, sigur, Søren Pind, ráðharri í útbúgving og gransking.
Tað eru miðnámsskúlaútbúgvingarnar og útbúgvingar eftir miðnám, sum verður partur av eftirmetingini.
- Próvtøl eru eitt hent amboð og verða brúkt víða um í útbúgvingarskipanini. Tí er umráðandi, at tey ungu fáa afturmelding, sum speglar avrik teirra í veruleikanum. Vit skulu tryggja, at próvtalsstigin virkar sambært endamálinum, bæði fyri tey, sum ferðast út í heim, og tey, sum útbúgva seg í Danmark. Og ikki minst fyri arbeiðsgevararnar. Tí er tørvur á eini endurskoðan av stiganum, sigur Merete Riisager, ráðharri í undirvísing.
Eftirmetingin skal hyggja neyvari at, um próvtalsstigin verður brúktur eins í útbúgvingarskipanini, um avbjóðingar eru í mun til próvtalsinflatión, um bygnaðin á stiganum, herundir eitt nú munin millum próvtøl og viðurkenning av serstøkum avrikum, og hvussu próvtalsstigin verður brúktur altjóða.
Kelda: uvm.dk
Skúlablaðið
Pedda við Stein gøtu 9
100 Tórshavn
Tel. 23 57 73
Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo
2015 © Bókadeildin. All rights reserved.