Tíðindi

Próvstovan aftur og fram

Próvstovan, sum hevur verið knýtt at Námi seinastu tvey árini, flytur aftur og verður nú løgd í nýggja Undirvísingarstýrið

22.02.2018

Próvstovan er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum tekur sær av øllum próvtøkuhaldi, sum ráðið hevur endaligu ábyrgdina av. Tað er próvtøkuhald í fólkaskúlanum, á miðnámi, maritimu skúlunum, yrkisútbúgvingunum og kvøldskúlanum. Ábyrgdin at skipa fyri próvtøkum er veitt úr Mentamálaráðnum við delegatión.

Próvstovan tekur sær eisini av at skipa fyri landsroyndum og PISA-kanningum, herundir at uppgávur verða orðaðar og royndirnar hildnar. Endamálið við hesum er námsfrøðiligt, og gott samband eigur at verða til námsfrøðiligu menningina og granskingina, sum Nám og Námsvísindadeildin standa fyri.

Stjórin í Námi hevur seinastu tvey árini verið stjóri á Próvstovuni. Áðrenn hetta var Próvstovan ein partur av Mentamálaráðnum. Nú Undirvísingarstýrið verður skipað, er ætlanin at Próvstovan verður partur av hesum. Mett verður, at virksemið hjá Próvstovuni liggur betur saman við Undirvísingarstýrinum enn Námi. Hetta tí talan er um virksemi, sum skal liggja í rættiliga føstum karmum við nógvum fyrisitingarligum innihaldi í sambandi við royndarhaldið, tíðarráðlegging og avrokning.

Á Próvstovuni starvast 7 fólk, harav 4 skrivstovufólk og 3 fulltrúar. Starvsfólk í Próvstovuni kunnu eisini hava aðrar uppgávur í Undirvísingarstýrinum, hóast høvuðsuppgáva teirra verður próvtøkuviðurskifti.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni