Tíðindi

Privatskúlarnir í Danmark hava blíðan byr

Í Danmark velja fleiri og fleiri foreldur privatskúla fram um fólkaskúla til síni børn; privatskúlarnir hava tvífalt so nógvar næmingar í dag samanborið við fyri 10 árum síðan, og tað sýnist, sum henda gongdin heldur á

24. september 2018

Tøl frá farna skúlaári í Danmark siga, at umleið fimti hvør næmingur gongur í privatskúla; í summum økjum er talið á næmingum, sum ganga í privatskúla, rættiliga stórt; eitt nú fóru 40 prosent av næmingunum, sum byrjaðu í forskúla í fjør á Bornholm, í privatskúla. Ein tvífalding eftir 10 árum. Onga aðra staðni í Danmark er prosentparturin av privatskúlanæmingum tó so stórt sum á Bornholm. Talið er kortini framvegis stórt yvir alt landið, í 2017 gingu 17 prosent av børnunum í frískúla; í 2007 var talið 12 prosent.

Nógva staðni verða frískúlar settir á stovn, tí fólkaskúlar verða lagdir niður; seinastu 5 árini eru 41 frískúlar settir á stovn um somu tíð, sum 266 fólkaskúlar antin eru lagdir niður ella eru lagdir saman við aðrar. Nýskipanin í fólkaskúlanum verður eisini mett at vera ein orsøk til, at fleiri velja frískúla, eitt nú longu skúladagarnir.

Ein kanning frá 2017 millum foreldur sigur, at tey velja privatskúla fram um fólkaskúla eitt nú út frá, hvat fyri orð skúlin hevur á sær, hvat fyri virðisgrundarlag skúlin byggir á, og hvussu fakliga stigið í skúlanum er. Umframt søgdu nógv foreldur, at tey eru ónøgd við skúlan, sum barn teirra hoyrir til. Tað er Danmarks Statistik, sum hevur staðið fyri kanningini.

Tað er álvarsamt, at talið á næmingum, sum ganga í frí- ella privatskúla, alla tíðina veksur, heldur Andreas Rasch-Christensen, granskingarstjóri við VIA University College.

- Í teimum økjum, har tað eru nógvir næmingar í privatskúlum, er vandi fyri, at vit fáa a- og b-skúlar. Tey orkuríku foreldrini velja privatskúlarnar, og fólkaskúlarnir verða til teirra, ið ikki hava orkurík foreldur, sigur hann.

Í Føroyum er støðan ein onnur enn í Danmark. Í ár ganga 7034 næmingar í fólka- og frískúla; 2,5 prosent í frískúla; skúlaárið 2017/2018 gingu 2,4 prosent í frískúla av samlaða talinum, í 2016/2017 var talið 2,6 prosent, í 2015/2016 og 2014/2015 var talið 1,7 prosent. Hóast ein vøkstur hesi fimm árini er langt frá talan um somu gongd sum í Danmark. Í Føroyum eru tríggir frískúlar; Frískúlin í Havn, sum heldur til á Velbastað, Lítliskúli í Havn og Frískúlin Keldan í Skálafirði.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.