Tíðindi

PISA skelkar ikki meg

Vit loyva okkum at órógvast av PISA-úrslitinum, og vit mugu eftirútbúgva, gera undirvísingartilfar og annað gott. Eftir mínum tykki er trupulleikin hvørki dugnaskapurin hjá læraranum ella vantandi undirvísingartilfar. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

13.12.2023

Frá 491 PISA-stigum til 446 PISA-stig. Hetta er ein stór afturgongd, tað slepst ikki uttanum.

Korona hevur verið frágreiðingin um stóra afturgongd á nógvum økjum. Møguliga er korona eisini ein av orsøkunum til afturgongdina í PISA sum heild. Tá tað er sagt, so kann korona ikki vera frágreiðingin um, at vit hava eina størri afturgongd enn londini rundan um okkum.

Hyggja vit at skúlaskipanini og skúladegnum hjá næmingum og lærarum, so eri eg ikki skelkað av afturgongdini. Á læraradegnum í november tosaði Dorte Ågård um Tik Tok-heilan hjá børnum og ungum, sum hava brúkt nógva tíð á netinum. Hetta myndamálið um, hvussu heilin ávirkast av øllum avbrotunum sum eru, kann eftir mínum tykki eisini brúkast um skúlan.

Hvørja ferð eitthvørt stingur seg upp, so má skúlin loysa henda trupulleikan. Tey ungu kenna ikki nóg mikið til list, leiklist og annað. Vit mugu hava hetta inn í skúlarnar, tí fáa vit Listaleypin. Tey ungu, sum ikki av sær sjálvum ganga til ítrótt, hava eisini gagn av rørslu, samanspæli og kensluni av at røra seg saman, so hetta mugu vit gera pláss til í skúlanum, tí fáa vit tímar til rørslu og hava ítróttardagar. Talv gagnar menningini hjá børnum, tí hava vit talv og talvkappingar sum ein part av skúlanum. Næmingarnir eru ikki nóg stinnir í verkætlanararbeiði, hetta mugu vit loysa í skúlanum, tí mugu næmingar í framhaldsdeild hava verkætlanararbeiði. Tey ungu í Føroyum eru ikki nóg vitandi um bankaviðurskifti, tey skilja ikki nóg væl lán, rentu og renturokning. Hetta má loysast í skúlanum, og tí koma bankafólk nú inn í skúlarnar at greiða frá bankaviðurskiftum. Soleiðis kunnu vit halda fram.

Í einum skúlaflokki hava vit næmingar, sum klára seg væl fakliga og sosialt, næmingar, ið eru væl fyri fakliga, men hava sosialar avbjóðingar, næmingar, ið hava fakligar avbjóðingar, men eru væl fyri sosialt, og næmingar, sum klára seg illa bæði fakliga og sosialt. Aftrat hesum hava vit stundum næmingar, ið ikki skilja føroyskt. Hesir næmingar skulu læra at lesa, skriva og rokna. Síðan skulu teir læra alt um samfelagsviðurskifti, demokrati, persónliga og felags menning og so víðari. Hetta arbeiðið skal skipast soleiðis, at flestu næmingar fáa bestu úrtøku av undirvísingini, samstundis sum floksleiðslan kann vera ein stór avbjóðing, tí at næmingar, ið ikki megna at virka og mennast í flokkinum, taka nógv pláss og krevja nógva orku.

Vit hava dugnaligar, ágrýtnar og arbeiðssamar lærarar í fólkaskúlanum. At úrslitið av PISA-kanningini ikki er í samsvari við arbeiðsinnsatsin hjá lærarum, vísir ikki, at lærarar eru ódugnaligir. Lærarar kenna tørvin og læringina hjá einstaka næminginum; tað nýtist okkum onga kanning til. Lærarin veit, hvussu næmingarnir í hvør sínum lagi fáa rættar avbjóðingar og arbeiða við passandi arbeiðshættum. Samstundis veit lærarin eisini, hvat skal til, fyri at næmingar við sosialum ella atferðartrupulleikum hava ein góðan skúladag.

Lærarar eru púra vanlig fólk, sum eru útbúgvin at undirvísa og kenna fakligu menningina hjá næmingunum.  Arbeiðsumstøðurnar eru ofta órímiligar. Næmingarnir eru ómetaliga ymiskir, arbeiðslagið og fakliga menningin eru ymisk, samstundis, sum næmingar við atferðartrupulleikum taka nógva orku. Undirvísingin verður ofta avbrotin av tí, sum kemur aftrat undirvísingini; talvdagar, ítróttadagar og so framvegis. Vit loyva okkum at órógvast av PISA-úrslitinum, og vit mugu eftirútbúgva, gera undirvísingartilfar og annað gott. Eftir mínum tykki er trupulleikin hvørki dugnaskapurin hjá læraranum ella vantandi undirvísingartilfar. Harafturímóti hava vit, við áhaldandi at fylla á listan yvir tað, sum skúlin eigur at taka sær av, fingið ein skúla, ið skal so nógv, at hann onki megnast til fulnar. Eiga vit at arbeiða meiri við rokniark og kt? So má okkurt takast av listanum av tí, ið skúlin skal. Vit kunnu ikki áhaldandi fylla á og vænta, at hetta loysir trupulleikan. Hava næmingarnir við snildfonini fingið Tik Tok-heila, kunnu vit lættliga siga, at við áhaldandi at leggja aftrat tí, sum skal rúmast í skúlanum, so hava vit fingið ein Tik Tok-skúla.

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.