Tíðindi

PISA-úrslitið ikki so óvæntað

- Eg havi væntað, at gongdin, sum hevur verið, fór at halda fram, tí vit hava skipað skúlan betur nú at taka okkum av næmingum, sum hava avbjóðingar. Tað undrar meg als ikki, at vit ikki hava nógvar næmingar, sum eru stinnir at loysa uppgávur, sum PISA mátar á stigi 5 og 6, tí næmingar í Føroyum eru ikki vanir at loysa slíkar uppgávur; okkara skúlaskipan leggur heldur ikki upp til at arbeiða við hesum førleikunum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag.

3. desember 2019

Úrslitið í PISA-kanningini hesa ferð speglar okkara skúla soleiðis, sum hann er skipaður, heldur formaðurin í Føroyum Lærarafelag.

- Eg havi væntað, at gongdin, sum hevur verið, fór at halda fram, tí vit hava skipað skúlan betur nú at taka okkum av næmingum, sum hava avbjóðingar. Úrslitið í lesing fylgir tó ikki heilt hesi gongd, sum kann koma av, at lesingin fyri fyrstu ferð fór fram á skíggja, og háttalagið í kanningini er júst tillagað til nýggja hugtakskarmin fyri lesing.
- Tá ið talan er um hægstu stigini í PISA, so eru okkara næmingar ikki so vanir at arbeiða við slíkum uppgávum, sum tær á stigi 5 og 6 í PISA; undirvísingartilfarið, sum vit hava, leggur lítið upp til at loysa slíkar uppgávur, og hóast fylgjandi PISA-úrslit hava víst, at tað er tað, vit ikki megna nóg væl, so er skúlaskipanin einki broytt, fyri at menna næmingarnar at loysa uppgávur, sum eru samansettar. Næmingarnir hjá okkum eru meiri vanir at loysa uppgávur, sum loysa ein trupulleika, ikki samansettar trupulleikar. Námsætlanirnar seta so nógv einstak mál, og hóast tær eisini leggja upp til, at tað verður arbeitt við evnum tvørtur um lærugreinir, so verður ov lítil tíð til tað, um tú skalt røkka øllum málunum í einstaku lærugreinini.

Skulu vit brúka PISA sum kumpass fyri, hvørjar førleikar næmingar skulu hava, mugu vit skipa skúlan soleiðis, at vit í størri mun hava rúm at arbeiða við evnum og uppgávum, har næmingarnir ikki bara arbeiða við einum fakligum máli í senn, men veruligum avbjóðingum úr gerandisdegnum, sum kunnu verða lýstar úr fleiri síðum, og har teir verða bidnir um at gera greiningar og metingar, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Meiri spurna- og evnisstýrt, og minni faktematisk stýrt. Tað er ein førleiki, vit hava gagn av og sum er viðkomandi at duga. Hesin arbeiðshátturin krevur eisini, at tú arbeiðir saman við hinum næmingunum, tað vil siga í bólki. Tað at arbeiða í bólki er ein umráðandi førleiki at duga, tí arbeiðslívið er eyðkent av, at tú arbeiðir saman við øðrum. Og tann førleikan mátar PISA ikki.

Jacob Eli S. Olsen er sannførdur um, at orsøkin til, at talið av næmingunum á lægstu stigunum í PISA-kanningini í ár eins og undanfaru ár minkar, er, at førleikastovurnar eru komnar. Tað er á førleikastovunum, at lærararnir við serkunnleika stuðla lærarunum at snikka bestu tilboðini til næmingarnar, sum hava avbjóðingar.

- Tað, sum hevur gjørt mun, er, at vit hava fingið serútbúgvið lesivegleiðarar, støddfrøðilærarar, orðblindalærarar, serlærarar og annað, og so hava vit eisini fingið førleikastovurnar, har serkunnleikin verður savnaður og samskipaður. Førleikastovurnar hava verið við til at skipa sertilboðið í skúlunum betur, og tí fáa næmingarnir, sum hava tað truplast, eitt nógv betri tilboð samanborið við fyri nøkrum árum síðan, tá ið ongar førleikastovur vóru. Hesir næmingarnir fáa nú í størri mun undirvísing frá lærarum, sum hava serútbúgving ella drúgvar royndir í at menna eitt tilboð júst til teirra tørv.

Atfinningarnar av førleikastovunum hava verið, at meginparturin av orkuni hevur verið brúkt at skipa tilboðið til teirra, sum hava tað truplast. Upprunaliga ætlanin við førleikastovunum var, at allir næmingar skulu hava gagn av førleikastovunum. Tíðin er nú komin, at førleikastovurnar fáa umstøður at savna seg meiri um allar næmingarnar, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Onkustaðni skal man byrja, og at byrja við teimum, sum hava tað truplast, er rætt. So hvørt sum førleikastovurnar mennast og fáa royndir, so mennast tilboðini eisini til teirra, sum hava størstu avbjóðingarnar. Næsta stigið hjá førleikastovuni eigur at vera at menna tilboðið at røkka allar næmingar og alla undirvísing. Tá ið vit hugsa um næmingarnar við góðum bókligum førleikum, so eiga teir í størri mun at fáa avbjóðingar í skúlanum, soleiðis at teir menna sínar førleikar breitt og djúpt. Tað sýnist sum at teir ofta fáa meiri av tí sama, meiri av tí grunna, heldur enn øvut, har teir fáa øðrvísi og meira krevjandi avbjóðingar. Tað er mark fyri, hvussu nógv einstaki lærarin megnar at næmingalaga undirvísingina; tá ið talan er um næmingar, sum hava tað trupult fakliga, so kann lærarin fáa lærarakreftir afturat, og tað sæst aftur. Fingu næmingarnir, sum duga væl, eyka avbjóðingar, hevði tað eisini sæst aftur. Um vit hugsa um hægstu málini, sum PISA setir, so menna vit ikki tey fakliga sterku stórvegis í mun til tey. Men at okkara fremstu næmingar eru sera dugnaligir, fult á hædd við tey í útlandinum, tað ivist eg ikki í, tí tað havi eg sæð, tá ið tey hava verið við í altjóða samstarvi.

Spurningurin, sum úrslitið frá PISA-kanningini kann reisa, er, hvat tað eru fyri førleikar, sum næmingarnir skulu hava, fyri at megna tær truplastu uppgávurnar í PISA.

- Vit kunnu hyggja at, hvørji úrslitini hava verið ymsu árini, vit hava tikið lut í PISA, hvørji átøk hava verið tilmæld í kjalarvørrinum á kanningarúrslitunum, hvørji hava verið sett í verk, og hvørji hava havt ávirkan. Tað er sjón fyri søgn frá undanfarnu kanningunum, at batar eru hendir, tí vit síggja, at parturin á næmingum, sum hava fingið lægsta met í ymsu lærugreinunum, minkar. Tey málini, sum PISA setir, eru viðkomandi, tí tað eru uppgávur, sum eru rættiliga samansettar, uppgávur, sum viðgera trupulleikar og tættir ymsa staðni, til dømis í samfelagshøpi, í gransking ella persónliga, uppgávur, sum krevja fleiri arbeiðshættir, eitt nú í støddfrøði, og uppgávur, har næmingarnir verða bidnir at meta um útlitini, um tað og tað hendir. Slíkar uppgávur eru viðkomandi læring, men okkara næmingar eru ikki so vanir við slíkt og megna tær ikki so væl.

Hóast førleikastovurnar sum er ikki hava savnað seg um undirvísingartilboðið til fakliga stinnu næmingarnar, so eru tiltøk í skúlanum, sum hesir næmingarnir hava gagn av, vísir Jacob Eli S. Olsen á. Tað er eitt nú VísindaFróði, íverksetan, EduArtic, Pangea-roknikappingin og First Lego League dømi um.

- Tað kundu verið fleiri slík tiltøk, og næmingar, ið eru serliga sinnaðir í lesing og skriving, kundu fingið ágóðan av, til dømis skriviskeið og slíkt. Hetta krevur eyka orku, og tað er ov nógv at krevja av einstaka læraranum, sum skal skipa undirvísing til allan flokkin, at hann eisini skal lyfta ta uppgávuna. Tað, sum mennir førleikarnar hjá teimum, sum klára seg serliga væl, er ikki at fáa vanligar uppgávur ella meiri av tí sama, men tað er at fáa meira samansettar og meira krevjandi uppgávur. Tílík mál setir PISA í uppgávum á 5. og 6. stigi, men námsætlanin hjá okkum ger ikki nógv burtur úr hesum.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.