Tíðindi
26.11.2019
Hvussu klára næmingar í 9. flokki seg í lesing, støddfrøði og náttúruvísindum? Tað fáa vit eina mynd av 3. desember, tá ið úrslitið av PISA-kanningini, sum var gjørd í apríl í fjør, verður almannakunngjørt. Eins og tá ið undanfarnu kanningar eru gjørdar, verður eisini hesa ferð frágreiðing skrivað við støði í úrslitunum.
Næmingar í Føroyum hava áður tikið lut í fimm PISA-kanningum. Endamálið við kanningini er at geva eina mynd av, hvørjum førleikastigi, føroyskir næmingar eru á samanborið við næmingar úr øðrum londum.
PISA 2018 er í fleiri pørtum; umframt sjálva kanningina, sum er í tveimum eindum, svaraðu næmingarnir spurningum um bakstøðið hjá sær. Hetta eru spurningar, ið millum annað kunnu vera um útbúgving hjá foreldrum, arbeiðsvanar í skúlahøpi, trivnað og nýtslu av KT.
Í PISA 2006 var høvuðsdentur lagdur á at kanna førleikan hjá næmingunum í náttúrulærugreinunum. Í PISA 2009 var høvuðsdentur lagdur á at kanna lesiførleika. Í PISA 2012 var høvuðsdentur lagdur á at kanna førleikar í støddfrøði. Í PISA 2015 var høvuðsøkið náttúruvísindi, og í PISA 2018 var høvuðsøkið aftur lesing.
PISA-kanningin varpar ljós á, hvussu tey ungu duga at nýta ta vitan, tey hava ognað sær í undirvísingini. PISA varpar sostatt ikki ljós á innihaldið í námsætlanunum (lesiætlanunum), men á, hvussu tey duga ítøkiliga at nýta sína vitan, tá ið ein uppgáva skal loysast.
Kanningin varð framd á teldu.
OECD stendur fyri PISA-kanningum, sum hava verið triðja hvørt ár síðan í 2000. Næmingar í 79 londum taka lut í kanningunum.
Næsta PISA-kanningin verður á vári 2021. Tá verður støddfrøði høvuðsøkið.
Tað er Próvstovan, sum skipar fyri kanningini vegna Mentamálaráðið.