Tíðindi

Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Yrkisfelagið Miðnám á norðurlendskum fundi

Nordisk Lærerorganisations Samråd – Pedagogfelagið, Lærarafelagið og Yrkisfelagið Miðnám hava 21. og 22. mai verið á norðurlendskum fundi í Álandi, har ymisk viðurskifti hava verið á lofti.

27. mai 2019

Umframt at leggja ætlanir fyri virksemið komandi tvey árini varð ein eftirmeting gjørd av summarskeiðnum, ið var hildið í Føroyum í fjør, har 134 luttakarar úr Norðanlondum vóru. Eftirmetingin vísti, at nærum øll vóru sera væl nøgd við skeiðið og innihaldið í skeiðinum.

Eisini varð kunnað um arbeiðsviðurskifti í skúlunum og stjórnarskipanina á Álandi, sum í íbúgvatali minnir um okkum í Føroyum.

Víst varð eisini á, at strongd og harðskapur er ein vaksandi trupulleiki í norðurlendskum høpi, og at lærarar og námsfrøðingar í størri mun enn áður verða rakt av hesum.

Fundurin er eitt forum, har vit í Norðurlondum kunnu byggja netverk, og kunnað verður um, hvat rørir seg í ymisku londunum.

Á myndini: Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, Nicolina Olsen, forkvinna í Yrkisfelagnum Miðnám, og Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.