Tíðindi

Pappír og telduútbúnaður lið um lið

Teldilin er ikki natúrliga eitt amboð, tú brúkar at skriva við, so hann er avmarkandi; harumframt leggur hann í ov stóran mun upp til, at tú brúkar hann at spæla við. Tað sigur Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum

25.01.2022

Hóast væl útgjørdur, tá ið talan er um nýtímans kt-útgerð, er Skúlin á Fløtum ikki pappírsleysur skúli. Alt einnýtistilfar er á pappíri, allar fagrar bókmentir eru pappírsbøkur, og allar yrkisbókmentir eru talgildar, antin sum e- ella s-bøkur ella at taka niður á talgildum pallum.

- Fagrar bókmentir lesa vit sum pappírsbøkur; onkur velur at lurta eftir bókum; summum dámar tað sera væl. Vit eru hvørki pappírsleysur skúli ella kt-noktandi skúli, vit eru bæði. Tað fíggjarliga hevur eisini týdning; vit fáa tað at ganga upp við at hava yrkisbøkurnar á skíggjanum, at hava føgru bókmentirnar og einnýtistilfar sum pappírsbøkur, og so at keypa atgongd til talgildar pallar, sum okkum tørvar. Til dømis brúkar hádeildin Gyldendal í donskum. Tað riggar væl, okkum dámar tað, og flestu næmingunum dámar tað væl. Hetta valið krevur tó, at allir lærarar duga at takkla avbjóðingarnar, sum kunnu stinga seg upp, og at teir eru tilvitaðir um fyrimunirnar og vansarnar við teimum valunum, vit hava gjørt.

Regin Marnersson tekur ikki undir við teimum, sum siga, at tað eru fleiri vansar enn fyrimunir við at nýta teldu í undirvísing, og at teldunýtsla gongur eitt nú út yvir handskriftina. Tað er burturvið at tosa um annað ella hitt, heldur hann.

- Næmingarnir eiga at læra eina handskrift, sum er lesilig, og teir skulu kunna lesa handskriftina hjá øðrum, men teir skulu eisini duga blindskrift. Tá ið tað verður sagt, at tú lærir betur tað, tú lesur á pappíri, samanborið við tað, tú lesur á einum skíggja, og at tú eisini minnist betur tað, tú skrivar á pappír, heldur enn tað, tú skrivar á teldu, so er tað ikki antin ella. Vit noyða ongan at skriva notur á teldu, sum heldur vil skriva á pappír og øvut. Summi notera einki, og tey eru nógv fleiri. Summi hava betri hug at krutla ella tekna, meðan tey lurta eftir einum lærara, og onnur vilja binda. Ert tú á skeiði, situr helvtin av skeiðsluttakarunum og bindur; hesir somu skeiðsluttakarar vilja ikki hava sínar næmingar at binda, meðan teir undirvísa; tað er margháttligt, haldi eg. Um tú krutlar, teknar ella bindur, meðan tú verður undirvístur, er tað gott fyri heilan, og næmingurin eigur at sleppa tað, sjálvandi innan fyri eitt mark, har tú hevur fyrilit fyri felagsskapinum.

Tá ið Skúlin á Fløtum søkir eftir lærarum, stendur í lýsingini, at gingið verður út frá, at umsøkjarin hevur sett seg inn í, hvat skúlin stendur fyri, og kemur umsøkjarin til samrøðu, so snýr samrøðan seg fyri ein part um tað. Tekur umsøkjarin ikki undir við tí, ið skúlin stendur fyri, er Skúlin á Fløtum ikki ein skúli fyri tey, sigur skúlastjórin.

- Ein lærari, sum søkir starv í Skúlanum á Fløtum, og heldur, at tað er skeivt at brúka teldur, verður neyvan settur í starv, tí vit fara ikki inn í kjak við hvønn einstakan lærara, um viðkomandi tekur undir við hesum ella ikki. Hesir lærarar eru til, og onkur teirra søkir eisini til okkara, tað síggja vit á umsóknum til okkara. Summir teirra svørja til, at pappírið er tað einasta rætta at brúka í undirvísing; tað er gaman í, men so er tað ikki í Skúlanum á Fløtum, at hann fær starv. Okkara hugsan er, at teldan er eitt arbeiðsamboð á jøvnum føti við talvuna.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2021.

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.