Tíðindi

Pangea bjóðar aftur til kapping í støddfrøði

Nú mugu skúlarnir skunda sær, um teir skulu eydnast at luttaka í Pangea-støddfrøðikappingini 2019. Seinasta freist hjá skúlaflokkum at melda til støddfrøðikappingina er í morgin, hósdagin 31. januar. Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag, skrivar

30.01.2019

Pangea-støddfrøðikappingin byrjaði í Týsklandi og hevur síðan spreitt seg til fleiri lond kring Evropa. Føroyskir skúlanæmingar luttóku á fyrsta sinni í Pangea í 2015, tá luttóku tey í donsku kappingini. Men síðan 2017 er kappingin skipað í Føroyum. Alt arbeiðið at skipa kappingina er sjálvboðið. Nám týðir uppgávurnar, og Mentamálaráðið hevur stuðlað kappingini øll árini.

Pangea-støddfrøðikappingin er fyri næmingar í 3. til 9. flokk. Kappingin er fyri allar næmingar, og uppgávurnar eru spennandi og øðrvísi enn tann vanliga skúlarokningin. Uppgávurnar í Pangea krevja bæði talfimi, støddfrøðifatan og snildi.

Endamálið við kappingini er at gera støddfrøði stuttligt fyri næmingar, at savna og eggja næmingar til at fáast við støddfrøði, at byggja brýr millum næmingar, at spreiða vitanina um støddfrøði, at stuðla lærarum í teirra arbeiði, at styrkja trúnna hjá næmingum á teirra egin evni og at skipa fyri tiltøkum millum skúlar.

Kappingin gevur eisini næmingunum, ið eru dugnaligir í støddfrøði, ein møguleika at royna seg og vísa síni evni. Tað hevur víst seg undanfarin ár, at fleiri av næmingunum, ið hava staðið seg væl í Pangea-støddfrøðikappingini, eru næmingar, ið ikki eru so eyðsýndir. Pangea er eitt gott høvi hjá hesum at koma fram í ljósið. Tað er kul at standa seg væl í støddfrøði.

Kappingin er skipað í trimum umførum, og næmingarnir kappast einans við næmingum frá sínum egna floksstigi. Fyrsta umfar verður ein av døgunum frá 6.-8. februar. Tá eru allir næmingarnir í flokkinum við. Tey rokna í 60 minuttir í sínum skúla og senda svarini til fyriskipararnar. Haðani koma 20 næmingar víðari úr hvørjum floksstigi til annað umfar. Tað verður í mars mánaði í Tórshavn, eins og finalan, ið verður í mai. Í finaluni møtast 5 teir raskastu roknararnar úr hvørjum flokstigi at dystast, so tað at enda verða 7 Pangea-roknimeistarar, ein fyri hvørt floksstig.

Fyrsta árið luttóku bara einstakir skúlaflokkar, meðan tað í 2018 vóru fleiri enn 1800 næmingar úr øllum landinum, sum luttóku. Vónandi fara enn fleiri skúlar og næmingar at luttaka í ár. Eg ynski øllum eina góða Pangea-støddfrøðikapping og takki fyriskiparum og stuðlum fyri henda møguleikan hjá næmingum at hittast og kappast í støddfrøði. Uttan iva fáa vit eina góða Pangea-støddfrøðikapping 2019.

Uppgávur frá undanfarnu Pangea-støddfrøðikappingunum:

https://drive.google.com/drive/folders/0BzP81Nc6ygaZYnRIWU1HRTl1NUU?usp=sharing

FaceBook-vangin hjá Pangea Føroyar - støddfrøðikappingin:

https://www.facebook.com/PangeaFO/

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.