Tíðindi


Píkasjey.fo - nýggj barnasíða um føroysk dýr 

Tað er sjáldan, at vit sleppa heilt tætt til dýrini, sum liva í føroysku náttúruni. Antin eru tey stygg og smá, ella liva tey á støðum, sum ikki eru løtt at koma til. Fiskur og krabbadýr liva í sjónum. Firvaldar eru flest allir ógvuliga smáir og smáfuglur í urtagarðinum ella viðarlundini flýgur avstað so skjótt vit nærkast. Størri fugl síggja vit sum oftast bara sum smáar prikkar á luftini. Og soleiðis er við allarflestu dýrasløgum. 

4. september 2017

Píkasjey.fo er ein nýggj heimasíða har børn kunnu uppliva og læra um føroysk dýr beint á skíggjanum. Eisini er upplagt hjá skúlum og barnagørðum at brúka síðuna, tá ið arbeitt verður við evnum úr náttúruni.

Beinta Johannessen hevur gjørt heimasíðuna við umhvørvisstuðlinum 2015 frá Tórshavnar kommunu. Tórshavnar kommuna letur á hvørjum ári stuðli til umhvørvisverkætlanir. Stuðulin varð latin Beintu til at skapa eina heimasíðu burturúr bókarøðini, sum hon hevur skrivað um føroysk dýr. Sostatt kunnu føroysk børn nú, á nútímans hátt, leita sær vitan, síggja myndir og lesa um fjølbroytta og spennandi dýralívið, vit hava í og kring Føroyar.

"Alt byrjaði úti á Føroya Sjósavni, har eg sá flottu fuglamyndirnar, sum Hans Eli Sivertsen hevur tikið. Stutt eftir varð eg biðin um at skriva eina krabbabók um føroysk dýr og náttúru. Ein bók bleiv til fleiri, og næsta natúrliga stigið var at gera tilfarið talgilt, so at so mong sum gjørligt kunnu fáa gleði av tí.”
- Beinta Johannessen

Á píkasjey.fo eru flottar myndir av fiskum, fuglum, firvaldum, krabbum, skeljum, slangustjørnum og mongum øðrum allar tiknar av føroyskum fotografum. Harumframt forkunnug ljóðbrot og ymisk filmsbrot. Eisini ber til at royna sína vitan við stuttligum spurnarkappingum. 

Í næstum kemur eisini nýggja blaðið Píkasjey út, sum er ætlað børnum úr forskúlaaldri til og við 2. flokk. Blaðið fer m.a. at innihalda tilfar frá pikasjey.fo umframt ymiskar greinar, samrøður, uppgávur, ítrív, tilfar frá lesarum og mangt annað.

Beinta Johannessen er blaðstjóri á STROK og rithøvundur. Hon hevur m.a. skrivað bókarøðina “Firvaldur í Føroyum”, “Heiðafuglur í Føroyum”, “Sjófuglur í Føroyum”, “Smáfuglur í Føroyum”, “Rúmdin” og “Eg og mítt kelidýr. Kanin”. Beinta fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs í 2016.


     


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.