Tíðindi

Ov lítil tíð sett av til at fyribyrgja harðskap móti lærarum

- Tíverri var semja millum Norðurlond um, at samstundis sum ásannað verður, at fyribyrgingararbeiðið er sera týdningarmikið, so er tað ein stór avbjóðing at fáa lærarar og leiðslur at seta tíð av til fyribyrgingararbeiðið, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

04.06.2019

Í dag og í gjár hava fakfeløg hjá lærarum og námsfrøðingum í Norðurlondum verið á samstarvsfundi hjá NAN, sum er stytting fyri Nordisk Arbejdsmiljø Netværk. Evnið á fundinum hevur verið hóttanir og harðskapur móti lærarum og námsfrøðingum í arbeiði sínum. Londini løgd kanningarúrslit fram, sum lýsa hóttanir og harðskap móti hesum starvsbólkum.

- Fundurin var áhugaverdur. Fólk úr ymsu londunum greiddu frá um evnið og lótu hvørjum øðrum tilfar um, hvørji átøk tey royna fyri at hjálpa teimum, sum hava verið rakt av hóttanum og harðskapi og serliga, hvørji átøk eru sett í verk fyri at fyribyrgja, at lærarar eru fyri hóttanum og harðskapi í arbeiði sínum. Tíverri var semja millum Norðurlond um, at samstundis sum ásannað verður, at fyribyrgingararbeiðið er sera týdningarmikið, so er tað ein stór avbjóðing at fáa lærarar og leiðslur at seta tíð av til fyribyrgingararbeiðið. Stóri spurningurin er, hvussu vit fáa fólk at viðgera eina støðu ella trupulleika, ið tey ikki standa í her og nú. Tá ið skaðin er hendur, eru nógvar hendur at hjálpa læraranum, men vit eiga ikki at koma so langt, at nakar verður raktur. Tí verður stórt arbeiði gjørt fyri at stuðla eini hugburðsbroyting, har fyribyrgjandi arbeiðið verður javnmett við viðgerðararbeiði, eftir at skaðin er hendur, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, sum hevur verið við á fundinum.

Eisini Føroya Lærarafelag hevur sett hóttanir og harðskap móti lærarum á dagsskrá. Felagið gjørdi fyri nøkrum árum síðan eina mannagongd um, hvussu skúlin kann hjálpa læraranum, tá ið skaðin er hendur. Felagið hevur nú í eina tíð arbeitt við einum dagførdum og víðkaðum bóklingi, ið eisini hevur mannagongdir fyri tí fyribyrgjandi partinum.

Hósdagin 16. juni hevur felagið álitisfólkadag í Smæruni. Høvuðsevnið á degnum verður at viðgera av bóklingin ”Vegleiðandi mannagongdir um likamligan harðskap, sálarligan harðskap og hóttan móti lærarum í fólkaskúlanum”. Eftir álitisfólkadagin fer nevndin í Lærarafelagnum at arbeiða við viðmerkingunum og gera bóklingin lidnan, so at hann kann verða sendur út til skúlarnar áðrenn summarfrítíðina.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.