Tíðindi

Ov fáir undirvísingartímar og ov nógvur sjálvlestur

Stóð tað til Sonna Johnsson og Svein Heinason Rasmussen, læraralesandi á triðja ári á Námsvísindadeildini, so fingu lesandi á læraraútbúgvingini fleiri undirvísingartímar

12. oktober 2020

Lesur tú til lærara á Námsvísindadeildini, fært tú undirvísing tveir-tríggjar dagar um vikuna, 12-15 tímar um vikuna til samans. Hetta er alt ov lítið, spyrt tú Sonna Johnsson og Svein Heinason Rasmussen, tí færri tímar við undirvísing merkir fleiri tímar til sjálvlestur, og tað er ikki nóg gott, tá ið talan er um læraraútbúgving.

- Vit skulu ígjøgnum so nógv stór øki, og tað er ikki nóg gott, at vit í tann mun vit gera skulu kunna okkum um tey við sjálvlestri. Nógv av tí, vit skulu duga, krevur, at tað verður kjakast um og arbeitt ígjøgnum í kjaki og praktiskum arbeiði í undirvísing saman við lærara og hinum lesandi. Lærarayrkið er nógv samstarv við starvsfelagar, og tá er tað ikki nóg gott, at sjálvlestur fyllir so nógv. Í mínum hugaheimi eigur tú sum lesandi at savna teg um lesnaðin, men tá ið útbúgvingin verður skipað soleiðis, at so fáir undirvísingartímar eru, so velja nógv lesandi at arbeiða, og summi arbeiða nógv, sigur Sonni Johnsson.

Tað er sjálvandi gott at hava møguleikan at arbeiða, tá ið livikostnaðurin í Føroyum er so høgur, og hjá nógvum er tað neyðugt, men avleiðingin er, at ov lítið at tíð verður brúkt til undirvísingina, heldur Sonni Johnsson.

- Tað snýr seg eisini um virðing fyri útbúgvingini. Undirvísingartímatalið átti at verið einar 25 tímar um vikuna, og kanska hevði verið gott at farið aftur til tímatalvu heldur enn at hava styttri intens skeið; tá ið tú hevur um eitt evni í stutta tíð og so fert frá tí aftur, kann tað hava við sær, at tey fara í gloymskuna.

Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, viðurkennir, at útbúgvingin á Námsvísindadeildini krevur nógv sjálvdissiplin, soleiðis sum altíð er við hægri útbúgvingum.

- Á Námsvísindadeildini verður roknað við, at arbeiðsbyrðan er 40 tímar um vikuna. Hesir tímar skulu brúkast til beinleiðis luttøku í undirvísing í flokshøli, til fyrireiking, til uppgávuskriving, próvtøku og ikki minst til virkið samskifti millum tey lesandi. Helst eiga vit at leggja okkum meira eftir at stuðla teimum lesandi sjálv at taka stig til lestrarvirkni teirra millum, tí hetta er ein sera umráðandi førleiki, tá tey fara út í lærarastarvið.
Um tímatalið til meira beinleiðis undirvísing verður hækkað, tekur tað burtur av tíðini til sjálvstøðugt lestrarvirkni. Hinvegin, okkara leiklutur er ikki bert at geva beinleiðis undirvísing, men eisini at stuðla teimum í at gerast sjálvstøðug lesandi, sum eisini eftir lokna útbúgving eru før fyri at halda sína vitan við líka. So hetta eru viðurskifti sum vit mugu arbeiða við, tí sjálvstøðugur lesnaður er partur av lesnaðinum á øllum lærdum háskúlum og sostatt eisini á Námsvísindadeildini á Setrinum, sigur hon.

Les samrøðu við Svein og Sonna í Skúlablað nr 5, 2020.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.