Tíðindi

Ov fáir AKT-lærarar

Tað eru ikki allir skúlar í Føroyum, sum hava AKT-lærarar. Í summum førum eru skúlarnir so smáir, at AKT-lærarar bara fáa ein hálvan tíma um vikuna, meðan teir stóru skúlarnir fáa millum tveir og fýra tímar. AKT-felagið meinar, at tað er ov stórur munur á hesum báðum.

3. juli 2019

- Vit halda, at tað átti at verið ein AKT-lærari á øllum skúlum í landinum. Vit halda tað ikki vera nóg gott, at tað ikki eru AKT-lærarar á summum smáum skúlum. Her vóna vit, at Mentamálaráðið gevur smærru skúlunum fleiri tímar, sigur Lissi Hansen, forkvinna í AKT-felagnum.

Á Skúlanum á Argjahamri, har Lissi Hansen starvast, hava fleiri AKT-lærarar verið í starvi seinastu árini. Hon kennir til týdningin av at hava onnur at tosa við um sítt øki.

- Tað kann vera ein avbjóðing, um man stendur einsamallur sum AKT-lærari á einum stórum skúla. Tað er umráðandi, at man sum AKT-lærari hevur onkran at tosa við um AKT-mál. Annars hevur man bara seg sjálvan at reflektera við, og tað er ikki nóg mikið. Í summum førum, har tað bara er ein AKT-lærari, ber til at tosa við SSP-lærararnar, sum eisini arbeiða fyri trivnaði.

AKT-felagið hevur sett vælumtókta “Spæliliðið” í gongd í meginpartinum av landsins skúlum. Hetta er eitt lið av næmingum í 7. flokki, sum hava í uppgávu at spæla ymisk spøl saman við yngru næmingunum í fríkorterunum út frá boðskapinum Meira rørsla - betri trivnaður.

Eisini kom felagið við hugskotinum at fáa eitt skeið á Námi, har AKT-lærarar kundu læra at hava samrøðubólkar við børn, har foreldrini eru farin hvør til sítt. Tað er sett í verk í fleiri skúlum og hevur eydnast stak væl.

Haraftrat skipar AKT-felagið fyri AKT-døgum, har landsins AKT-lærarar taka ein dag úr álmanakkanum fyri at arbeiða við trivnaði burturav. Her verða átrokandi evni tikin upp við eitt nú sálarfrøðingum, har trupulleikin, tá børn ikki vilja í skúla, millum annað hevur verið vendur.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2019

Mynd: Ólavur Frederiksen

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.