Tíðindi
30.05.2018
9.D í Eysturskúlanum í Havn vann mikudagin 9. mai eina kapping við einari verkætlan, ið snúði seg um kompost og maðkar og annað gott í tí føroysku jørðini. Framløga var í hølunum hjá Dansifrøi í Havn, men undan tí høvdu tey eina verkstovu í Eysturskúpanum 7. og 8. mai at gera klárt.
Hetta var eitt úrslit av, at tey fyri einum trimum-fýra árum síðan hildu seg vera komin til tað, at tey skuldu fara at undirvísa í íverksetan – innovatión – í teimum yngru flokkunum í Eysturskúlanum.
Í átta ár hava tey havt eina íverksetarabreyt í Námi X, sum heldur til í Eysturskúlanum. Har hava tey eitt nú verið við í føroyameistaraskapinum fyri íverksetan millum fólkaskúlar í samstarvi við íverksetarar í Klaksvík. Úr tí spratt so tann tankin, at tey í Eysturskúlanum skuldu fara at undirvísa í nakrar tímar í teimum yngru flokkunum.
- At undirvísa í íverksetan er ikki tí, at mann hevur ein dreym um, at øll, sum mann undirvísir, eru íverksetarar, sigur Petur Hentze Niclasen, lærari í Eysturskúlanum.
Petur Hentze Niclasen sigur, at tey undirvísa upp á tann mátan, at mann gevur næmingunum nøkur amboð til at virka í samfelagnum, í skúlanum og í tilveruni yvirhøvur. Millum annað leggja tey dent á at samstarva í bólkaarbeiði, tey leggja dent á at trína fram, at presentera eitt ella annað, og tey leggja dent á at eina sonevnda hugskotsfasu, sum tíðum er hugtakið at hugsa "Out of the Box". At hugsa møguleikar heldur enn forðingar.
- So tað er líkasum tankin aftan fyri hetta her, og í ár skipaðu tað soleiðis, at vit hava havt samstarv við Tórshavnar kommunu, sum í síni umhvørvisviku í mai í fjør setti temaið "tilfeingi" í skránna hjá sær.
Í Eysturskúlanum tóku hetta til sín longu í august-september við skúlaársbyrjan í fjør, tá ið tey fingu samband í lag við "Hugskotið", íverksetarahúsið hjá kommununi. Tey fingi at vita, at temaið fyri umhvørvisvikuna varð til tað, sum tað gjørdi.
- Hetta tema tóku vit til okkum, og síðani undirvístu Ingi á Smið, 9., 8., 7., 6. og 5. flokkum í Eysturskúlanum, fortelur Petur Hentze Niclasen.
Ingi á Smið, lærari í Eysturskúlanum, og Petur undirvísa alt skúlaárið 2017/18. Teir hava havt hvønn flokk tríggjar heilar dagar frá klokkan 10 til 3. Tá ið allir flokkarnir hava verið ígjøgnum, hava teir skipað eina samlaða finalu til hvønn flokk, til dømis ein 5. flokk. Tann triðja dagin, skipaðu tey fyri einari lokalari finalu innanhýsis í flokkinum, tí at fyrsta dagin verða tey skipað í bólkar. Triðja dagin leggja tey fram, og so finna tey ein lokalan vinnara í flokkinum.
- Og við tí funnu vit so hesar átta bólkarnar, sum løgdu fram í Dansifrøi.
Hetta við kapping og skúla er sambært Peturi Hentze Niclasen er í sjálvum sær ambivalent, tí skúlin skal jú vera inkluderandi, men bólkarnir vórðu settir samab soleiðis, at allir vórðu umboðaðir við hvør sínari styrki. Tey ásannaðu so bara tað, at er talan um íverksetan og innovatión slepst ikki undan at tosa um kapping. Lærararnir høvdu ballað tað inn í eitt pedagogiskt medvit við nøkrum avbjóðingum, til dømis tað at koma inn í eina hugskotsfasu við hugskotinum um, hvussu tey koma víðari við hugskotinum, og hvussu tey presentera hugskotið.
- Eg haldi, at øll kláraðu seg sera væl í Dansifrøi, øll høvdu orðið í hvørjum einstøkum bólki, og tað er jú ein stórsigur hjá hvørjum einstøkum næmingi tað at tora at trína fram, so í tí høpinum eydnaðist tiltakið væl, sigur Petur Hentze Niclasen, lærari.
9. A í Eysturskúlanum vann við at gera te burtur úr brenninotum, og tað smakkaði bara væl – skilst.
HUGSKOTIÐ
Nýskapanarhugskotið, ið fekk navnið "Hugskotið" varð stovnað í 2014.
Tórshavnar kommuna legði við Hugskotinum lunnar undir eitt spírandi umhvørvi hjá íverksetarum. Fyri at styrkja menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi og útlitini fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu, varð nýskapanarhús sett á stovn.
Hugskotið skal geva góðum hugskotum bestu sømdir at vaksa. Við einum húsi, serliga ætlað til íverksetarar setti Tórshavnar kommuna íverksetan á breddan og halda góðum hugskotum til, soleiðis at nýggjar vinnur kunnu taka seg upp.
Tórshavnar kommuna hevur hvest vinnulívsoddin, og Nýskapanarhúsið Hugskotið er ein liður í hesum arbeiði.
Hugskotið heldur til í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggju. Rúm er fyri 28 íverksetarum, sum umframt felagsskrivstovur hevur fundarhøli, køk og aðrar hentleikar.
Myndin:
9.D í Eysturskúlanum í Havn vann eina kapping mikudagin 9. mai við einari verkætlan, ið snúði seg um kompost og maðkar og annað gott í tí føroysku jørðini. Framløga var í hølunum hjá Dansifrøi í Havn
Tekstur og mynd: Sonne Smith