Tíðindi

Opinleiki, nátturuvísindi og listhandverk

Hesi trý fyribrigdini hava sambært nýggja skúlastjóranum á Fløtum í Havn, Regini Marnerssyni, ikki staðið nóg sterk í fólkaskúlanum og í okkara skúlaskapi sum heild

31.08.2017

- At koma aftur til at brúka hendurnar, koma aftur til forvitnið, at kanna okkurt, at spreingja okkurt, at brenna okkurt, skera okkurt ... altso, fáa hendurnar niður í deiggið, at baka okkurt.

Regin Marnersson heldur tað vera nógv lekrari at baka ein bolla og eta hann enn at lesa um, hvussu hann verður bakaður, og hvussu hann smakkar.

Um skúlan, ið verður bygdur á Fløtum, sigur nýggi skúlastjórin, at honum manglar eina fullfíggjaða gjøgnumgongd av prosjektinum. Tann seinasta dagføringin hjá honum er frá apríl.

- Og síðan tá kann nógv vera broytt, sigur hann.

Sumt er ótrúliga áhugavert, og sumt kundi hann hugsað sær at arbeitt eitt sindur við. Eitt er, at hann hevði viljað fingið starvsfólkini betur savnað. Hann leggur merki til í tekningunum, sum eru frá apríl, at fyrireikingareindirnar eru í trimum.

- Tú fyrireikar teg úti í grunddeildini ella í miðdeildini ella í hádeildini, og tú hevur kaffistovu í teimum eindunum. Tað dugi eg ikki at síggja er nakað gott hugskot.

Regin Marnersson vil hava, at tey savnast. Tá ið tey fara úr sínum arbeiðsumhvørvi og fara úr einari skúlastovu, fara tey inn í eina felags eind, har øll eru. Tað er eitt, sum hann vil hava tillagað.

Hugskotið við bygningum er sambært Regini sera gott, og tað at skipa skúlan í eindir, soleiðis sum tað er gjørt, er eisini sera gott. Har er ein grunddeild, ein miðdeild og ein hádeild.

- Tað er sjónligt, at tey hava lagt dent á felagsøkir, og at opinleiki er eitt tema. Tey hava eisini gjørt tað soleiðis, at í næmingaeindunum kunnu næmingar verða savnaðir, sigur nýggi skúlastjórin.

Men hann heldur ikki, at lærararnir skulu verða isoleraðir í teimum eindunum. Tað ber væl til at hava eitt sindur av undirvísing bara á einari deild, men fyrireikingin og kaffistovan eru felags. Hetta heldur hann vera ógvuliga týdningarmikið.

- Tí annars kundi tað akkurát tað sama verið tríggir skúlar.

Skúlastjórin og hansara starvslið eru ikki úti eftir at skipa stórflokkar í Skúlanum á Fløtum. Tey fara ikki at hava tveir og tveir flokkar samanlagdar. Tað, sum tey miða ímóti, er púra greitt ein klassakvotient upp á 24 í mesta lagi, tá at tað ber altíð til at leggja eitt lítið sindur aftrat og draga eitt lítið sindur frá. Tað er ikki óvanligt við 26 næmingum í einum flokki og heldur ikki óvanligt við 18.

Annars hava tey eitt frábrigdi í hádeildini í Skúlanum á Fløtum – serliga í 8. og 9. flokki – sum er sera áhugavert. Tey hava førleikabýtta og áhugabýtta undirvísing, soleiðis at allir næmingar í 8. flokki og ikki eru knýttir at fótbóltsflokkinum, ganga í einum og sama flokki, sum eitur 8.ð. Og so verða teir næmingarnir, sum ganga í 8.ð býttir sundur, men framvegis við lyklatalinum 24.

- Og tú kanst hava hástig og miðstig og grundstig. Tað er nakað, sum næmingarnir saman við lærarunum velja. Tú verður ikki settur til ein ávísan førleikabólk. Tað verður tú lutvíst út frá eini lærarameting, lutvíst frá royndum, tú tekur gjøgnum árið, og tí, tú sum næmingur saman við tínum foreldrum, følir er tað rætta fyri teg, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri.

Samanumtikið hava tey í Skúlanum á Fløtum førleikabýtt í føroyskum, enskum og støddfrøði, og so hava tey grundbólkar í t.d. kunningarfakum, og tey leggja nokkso stóran dent á at hava valfak tøk.

Myndin:

Um stórskúlan, ið verður bygdur á Fløtum, sigur nýggi skúlastjórin, Regin Marnersson, at honum manglar eina fullfíggjaða gjøgnumgongd av prosjektinum. Tann seinasta dagføringin hjá honum er frá apríl í ár

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.