Tíðindi

Online-kunningartiltak um útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu

Komandi heyst bjóðar Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum út stakskeið á master-(kandidat)-stigi í yvirskipari násmfrøðiligari leiðslu.

3. juni 2020

“Yvirskipað námsfrøðilig leiðsla” merkir generel námsfrøðilig leiðsla og er bæði til brúks á skúlaøkinum, dagstovnaøkinum, frítíðarskúla-/ungdómshúsøkinum og serstovnaøkinum.

Við tað at hetta er eitt skeið á master (kandidat)-stigi krevst bachelorprógv fyri at koma inn. Tískil bjóðar Námsvísindadeildin eisini bachelorískoytisútbúgving í heyst.

Hetta skeiðið í yvirskipari námsfrøðiligari leiðslu passar sum fótur í hosu til eina masterútbúgving og diplomútbúgving á masterstigi í leiðslu, sum Setrið fer at bjóða út í næstum. Tí er møguligt at søkja um at fáa hetta skeiðið í yvirkskipari námsfrøðiligari leiðslu góðskrivað, um man seinni ætlar sær at søkja inn á setursútbúgving í leiðslu.

Undirvísarar eru Súsanna Olsen og Jóhannes Miðskarð.

Hóskvøldið kl. 20.00 verður eitt online-kunningartiltak um masterskeiðið. Sent verður á Facebook vanganum “NÁD – Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya”.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.