Bloggur


Ongi børn eftir um 10 ár ...

Jógvan Vest, læraralesandi á øðrum ári á Námsvísindadeildini, bloggar

6. oktober 2016

Kundi verið ein fín yvirskrift, um eg havi tað endamál at lokka lesarar at trýsta á mín blogg. Við yvirskriftini havi eg allarhelst fangað áhugan hjá mongum, og heilt eyðsæð er tað, at lærarar høvdu øtast við, um teir vóru í vanda fyri at standa arbeiðsleysir um 10 ár. Tá eg havi fingið lokkað lesarar inn á bloggin hjá mær, so kann eg bara fylgja yvirskriftini upp við, at tað verða ongi børn eftir í Føroyum um 10 ár, um allir føroyingar gevast við at gera børn innan tey næstu 3 árini. Hesin pástandur er heilt vatntættur, tí tað er jú ein lívfrøðilig staðfesting, at tað er so, sum eg sigi. Eg kann ikki haldast heilt til svars fyri pástandin, tí hann er jú ikki ósannur, og eg staðfesti veruleikan. Tað er tó onki sum helst hald í mínum pástandi, men eg havi fingið tykkum inn á blogin, og so kann eg vísa Føroya Lærarafelag, at tað veruliga eru fólk, ið lesa mín blogg, tí øll, ið trýsta á bloggin, verða tald við, og tað bilar púrt onki, um ongin lesur allan bloggin. Hetta fyribrigdi verður nevnt ”clickbait”, og tað hevur vundið meira og meira upp á seg hesi seinnu árini. Vísast kann á óteljandi greinar á ymsum portalum, ið einans hava til endamáls at fáa fólk at ”klikka” á greinina, so portalarnir kunnu vísa fyri teirra lýsarum, at tað loysir seg at lýsa hjá teimum, tí tað eru so og so nógv fólk, ið ”lesa” teirra portal. Hetta fyribrigdi hevur eisini vundið upp á seg á facebook, har flestu okkara hava okkara dagligu gongd. Fólkaskúlanæmingar eru eisini blivin ”offur” fyri hesum hátti at lokka áhugan hjá fólki, og tað kann vísa seg, at tað má okkurt slag av sensatiónsyvirskrift til fyri at fanga áhuga teirra. Um tey dagliga vassa í ymiskum yvirskriftum, ið eru veruleikafjarar og misvísandi, so kann tað gerast uppaftur torførari hjá lærarum at kveikja ein áhuga fyri fólkaskúlafakunum, tí hesi børn longu eru oyst undir í øllum hesum – ofta - meira enn hálvu lygisøgum, og tað kann, tá alt kemur til skarpskeringar, ganga út yvir teirra álit á øllum upplýsingum, ið tey fáa hendur á. Um tey eru von við at verða fylt við ymiskum møsni, uttan nakran veruligan substans, so er tað skjótt, at tann veruliga vitanin, tey fáa frá skúlum og heimi, fer í sama ruskílæt, eins og clickbaitin fer. Hetta er ein stórur og rúgvusmikil trupulleiki hjá fólkaskúlanum og lærarum at loysa, og eg liggi eiheldur inni við loysnini, men ein vegur fram móti loysnini má vera, at vit kunnu góðtaka og kenna trupulleikarnar, áðrenn vit kunnu seta okkum før fyri at loysa teir.

Mín meting er, at kelduviðgerð/-kritikkur er eitt týdningarmikið og virðismikið amboð hjá okkum øllum í arbeiði okkara í at vera kunningarveitari hjá okkara yngra ættarliði, tí um børnini læra av ungum aldri av, hvussu nógv tað í veruleikaunum hevur at siga, at tú dugir at meta um og sálda veruliga vitan og møsn frá, so eru bæði børnini og fólkaskúlin á rættari kós.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.