Tíðindi

Ongar ætlanir um at evna upprunaføroyskt tilfar til lærugreinina danskt

Bøkurnar, sum verða brúktar í okkara fólkaskúla í donskum eru ætlaðar einum donskum skúla og til børn, sum hava danskt sum móðurmál/fyrsta mál. Nám, sum framleiðir undirvísingartilfar, hevur ikki givið út nýgjørt ella tillagað undirvísingartilfar í donskum.

27.08.2018

- Upprunaføroyskt undirvísingartilfar til lærugreinina danskt, sum er gjørt til føroysk børn og ikki donsk, er eitt afturvendandi evni í Námi, men enn eru ongar ítøkiligar ætlanir um at gera tilfar til danskt. Higartil eru aðrar lærugreinar raðfestar hægri. Kanska danskt kemur, tá ið føroyskt, søga, støddfrøði og hinar náttúrulærugreinarnar eru dagførdar við tilfari til allar árgangir.

- Í løtuni eru stórar verkætlanir í gongd við nýggjum støddfrøði- og søgutilfari til allar flokkar. Miðdeildin fær nýtt føroyskttilfar, og náttúra og tøkni er eisini farið í gongd til miðdeildina. Til hádeildina eru vit í gongd við samfelagsfrøði og fara í næstum at gera nýtt tilfar til lærugreinirnar føroyskt, lívfrøði og alis- og evnafrøði.

- At danskt ikki hevur verið raðfest eins høgt og hinar lærugreinarnar, kemst helst av pragmatiskum orsøkum. Tí hóast danska tilfarið langt frá er nummar eitt til føroysku næmingarnar, so ber tað betri til at brúka tað, enn at brúka t.d. danskt søgu ella náttúru og tøkni-tilfar.

- Hóast tað ikki liggur í kortunum at gera danskt tilfar beint nú, so eru vit í Námi opin fyri hugskotum, um hvussu hetta kann gerast, og taka tað fegin upp til viðgerð, um onkur hevur okkurt ítøkiligt tilfar, sigur Sigfríður Sólsker, útgávuleiðari í Námi.

Hóast føroysk børn skilja danska málið, so eru tey neyvan líka væl fyri at lesa og skriva danskt sum donsk børn. Royndir hjá lærarum eru, at nógv av danska tilfarinum er ov torført fyri okkara næmingar. Tað kemur fram í tveimum greinum í síðsta Skúlablað. Asta Wolles, lærari og MA í føroyskum, hevur skrivað ritgerð um tvímæli hjá føroyskum børnum. Spurningurin um bøkurnar, sum verða brúktar í undirvísingini í donskum, verður eisini umrøddur í ritgerðini.

- Eg haldi, at vit avgjørt áttu at havt eitt kjak um lærugreinina danskt í føroyska fólkaskúlanum. Vit kundu spurt okkum sjálv, um tað er rætt, at vit nýta danskar lærubøkur, danskt kanon við Oehlenschläger og Blicher, á nett sama aldursstigi, sum nýttar verða í Danmark. Hvussu eigur danskt sum lærugrein at verða skipað? sigur Asta Wolles, sum leggur afturat, at hon í kanningararbeiðinum í sambandi við uppgávuna varnaðist, at børnini høvdu ilt við at greiða frá serføroyskum viðurskiftum á donskum.

Eisini Eyðun á Borg, lærari í Skúlanum á Argjahamri, heldur, at tilfarið, sum verður brúkt í donskum er óhóskandi. Í samrøðu í Skúlablaðnum sigur hann, at ósamsvar er millum floksstig hjá næmingunum og torleikastig í bókunum, tí ein bók, sum er gjørd til 3. floksbørn í Danmark, er gjørd við tí grundarlagi, at lesarin hevur fingið undirvísing í donskum í 3 ár.

- Tá føroysku næmingarnir so byrja at hava danskt í 3. flokki, er tilfarið ov torført. Tað ber ei heldur til altíð at taka bøkur, sum eru gjørdar til 1. og 2. flokk, tí har verður ofta miðað eftir at læra næmingin at lesa, sum jú ikki er tað, sum er endamálið við dansktundirvísing í føroyskum 3. flokkum. Tað kann somuleiðis vera ein trupulleiki, at bøkurnar eru gjørdar til donsk børn, tí tær hava ofta sera ‘danskt’ innihald, sum føroysk børn ikki kenna seg aftur í. Eitt dømi um tað kundi verið, at søgurnar í lesibókini snúgva seg um grísar, stórbýin og skógin heldur enn um fjøll, bygdalív, seyð, fjøruna og onnur føroysk viðurskifti. Tað hevði verið gott at fingið tilfar til danskundirvísing, sum var lagað til føroysk børn, og at tað allarhelst hevði betrað um hugburðin hjá næmingum til danskt.

Mynd: Birgir Kruse


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.