Tíðindi

Okkum tørvar námsætlan fyri skúlavegleiðaraøkið

Við øktu játtanini eigur at fylgja dagførd kunngerð, sum ásetur arbeiðsøkið, halda skúlavegleiðarar

31-08-2021

Fyri trimum árum síðan var tímatalið, sum skúlavegleiðarar fáa til uppgávu sína í fólkaskúlanum, við eitt hækkað munandi. Sum dømi at lýsa økingina fær størsti skúlin í landinum, Skúlin á Fløtum, slakar 200 tímar fleiri um árið til skúlavegleiðarauppgávuna samanborið við áðrenn, ein miðalstórur skúli sum Skúlin á Giljanesi fær 155 tímar fleiri, og ein lítil skúli sum Hvalbiar skúli fær 45 tímar fleiri; ávikavist ein øking á 30,5, 53 og 87 prosent.

Við økta tímatalinum er uppgávan hjá skúlavegleiðarum tillagað til at fevna um allar árgangirnar í fólkaskúlanum, samanborið við frá sætta flokki, sum tað hevur verið til skúlaárið 2018/19. Tímatalið letur nógvar dyr upp fyri nýggjum møguleikum, og sum heild fegnast skúlavegleiðarar um økta tímatalið og eisini um, at yngri næmingar eisini fáa gleði av skúlavegleiðing, men teir halda, at við øktu játtanini eigur at fylgja dagførd kunngerð, sum ásetur arbeiðsøkið, og ein námsætlan, ið nágreiniliga sigur, hvat tað í grundini er, sum skúlavegleiðarar skulu gera.

- Ein námsætlan hevði tryggjað, at vegleiðingin var meira eins, sama hvar í landinum tú gongur í skúla, og vit høvdu vitað nágreiniliga, hvat vit skulu gera í hvørjum árgangi, sigur Torfinn Højgaard, skúlavegleiðari í Skúlanum á Fløtum og peningarøkil í Skúlavegleiðarafelagnum.

Útgangsstøðið hjá skúlavegleiðarunum er kunngerðin frá 2010, har arbeiðsøkið er lýst, men stórur tørvur er á at dagføra hana, nú so stórur partur av arbeiðinum og kunningini fer fram umvegis internetið.

Í kunngerðini fyri skúlavegleiðing, seinast dagførd 9. juni 2010, stendur eitt nú, at skúlavegleiðingin skal ráðgeva og leiðbeina næmingar í sambandi við útbúgvingar- og starvsval teirra og skipa arbeiðið í samsvari við læruætlanir og ásetingar, sum hava heimild í fólkaskúlalógini í kravda undirvísingarevninum útbúgvingar- og vinnulívskunning. Næmingar hava rætt til ráðgeving og leiðbeining í sambandi við útbúgvingar- og starvsval sítt, og næmingar, ið fara í starvsvenjing, skulu frammanundan hava kunning um arbeiðsmarknaðin og persónliga eftirmeting eftir starvsvenjingina. Felagsráðgevingin og leiðbeiningin fatar um valgreina- og breytatilboð skúlans, onnur undirvísingartilboð enn fólkaskúlan, møguleikar at lúka undirvísingarskylduna, upptøkukrøv í útbúgvingarverkinum og arbeiðsmarknaðarviðurskifti. Einstaklingaráðgevingin fatar um eitt nú útbúgvingar- og virkisætlan fyri tann einstaka.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.