Tíðindi

Nývald í nevnd Føroya Lærarafelags

Tað er við vón um at hava positiva ávirkan á læraraarbeiðið, at eg eri farin til verka í nevnd felagsins. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

26.04.2017

Eg vil her takka fyri tann framúr góða stuðul, eg fekk til nevndarvalið á aðalfundi felagsins. Tað er við stórum áhuga, ágrýtni og við ynski um at betra arbeiðsviðurskiftini hjá lærarum, at eg valdi at stilla upp til nevdarval í ár.
Næmingatalið í einstøku flokkunum er høgt, alt fleiri næmingar verða tilmeldaðir á Sernámi, samstundis sum undirvísingartímatalið hjá lærarum er hækkað. Millum annað hetta eru orsøkir til, at lærarar merkja eina vaksandi arbeiðsbyrðu. Harafturat verður ynskt, eitt nú frá SSP og AKT, at lærarar leggja stóran dent á trivnaðin hjá næmingunum og sostatt brúka orku og tíð til ymisk tiltøk fyri at røkka hesum málum.

Tað er eingin ivi um, at um næmingurin skal mennast, má hann trívast. Sjáldan verður hugsað um, at hetta er eisini galdandi fyri læraran. Skal lærarin megna at skapa trivnað hjá næmingunum, samstundis sum undirvísingin skal verða lagað til ymsu næmingarnar, krevst tíð. Tíð til fyrireiking, tíð til tiltøk saman við næmingunum og tíð til eitt nú nógv skerdu setursskúlarnar.

Tað tykist mær, sum MMR hevur eitt vaksandi ynski um, hvat vit lærarar skulu náa í okkara arbeiði, samstundis sum tíðin til økta arbeiðið ikki fylgir við. Tað er ein sannroynd, at fyri at liva upp til kravið um næmingalagaða undirvísing, krevst tíð. Trivnaðartiltøk saman við næmingum taka tíð. Skriv til BVT og Sernám taka tíð. Foreldasamstarv tekur tíð. Toymisarbeiði tekur tíð. Tað er, tá ið tíðin gerst ov knøpp, og vit lærarar merkja, at vit ikki náa tað, sum vit skulu, at tað gongur út yvir okkara trivnað í arbeiðinum.

MMR stendur ikki einsamalt við ynskinum um, at næmingarnir klára seg væl, bæði fakliga og sosialt. Tað er ein sannroynd, at lærarar gera eitt megnar arbeiði fyri at náa júst hesum. Tað er kenslan av, at arbeiðið er týdningarmikið og innihaldsríkt, sum skapar okkara trivnað og gevur okkum arbeiðsgleði.   

Tá ið tíðin verður skerd, ella tá ið arbeiðsuppgávurnar verða øktar, sum skulu náast innan somu tíð, verða vit sett í ta støðu, at vit mugu raðfesta – ella velja ímillum – týdningarmiklar arbeiðsuppgávur. Tá ið lærarar hava kensluna av, at tíðin er ov stutt til at náa týdningarmestu uppgávurnar, hevur hetta negativa ávirkan á trivnaðin hjá lærarunum. Tí hevur tað alstóran týdning fyri at røkka fakliga og sosiala trivnaðin hjá næmingunum, at tað í stóran mun verður hugsað um, og at dentur lagdur á trivnaðin og arbeiðsumstøðurnar hjá lærarunum.

Tað er við vón um at hava positiva ávirkan á læraraarbeiðið, at eg eri farin til verka í nevnd felagsins.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.