Tíðindi

Nýtt miðnámsrit komið

Aftur eitt rit við áhugaverdum tilfari

11.06.2020

Krúnukrímið Covid-19 gjørdi, at øll undirvísing bleiv løgd um til fjarundirvísing í mars 2020. Hvussu hevur henda undirvísing roynst? Og fer hon at ávirka siðbundna undirvísing í framtíðini? 

Hví meta vit um og eftirmeta, hvat næmingar læra? Svarið til henda spurning ger okkum betur fyri at gera av, hvussu vit meta, hvat vit meta, nær vit meta, og hvør skal meta. Hugskot um meting í læring var upplegg til kjak ein námsfrøðiligan dag í februar 2020.

Málteigurin í Útvarpinum er væl egnaður sum undirvísingartilfar í føroyskum. Miðnámsrit hevur nøkur uppskot um, hvussu tað kann verða gjørt. ​

Vit hava eitt ummæli um bókina Svik, ið er ein dokumentarskaldsøga um skattamálið hjá Eik Banka. Bókin er viðkomandi sum undirvísingartilfar á miðnámi. ​

Felagið Kyn stendur fyri seksualundirvísing á miðnámi í viku 6 á hvørjum ári. Meir enn helvtin av næmingum á miðnámi heldur, at tørvur er á hesari undirvísing. ​

Miðnám á Kambsdali er við í forvitnisligum samstarvi við miðnámsskúlar í Danmark, Grønlandi og Íslandi, har næmingar úr 4 londum ganga í sama flokki í fýra londum. ​

Blaðstjórn: Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson​

Ritið kann lesast her:

https://www.glasir.fo/midnamsrit-19-fjarundirvising-a-midnami/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.