Tíðindi

Nýklaktur lærari bíðar at søkja sær starv

Nú er summarið her, og tað hevur við sær, at vit hava fingið fleiri spildurnýggjar lærarar, sum eru spentir at brúka ta vitan, ið teir hava nomið sær tey seinastu árini. Karina I. Sivertsen er ein av teimum, sum júst er blivin liðug, men hon fer ikki at undirvísa aftan á summarsteðgin, og tað er ikki heilt sikkurt, at tað verður komandi ár heldur.

20.06.2019

Karina er við barn og skal hava sítt fyrsta barn, og tað ger, at hon fer beinleiðis av Námsvísindadeildini í barsil. Karina hevur stóran áhuga fyri leiklist, sum hon eisini vil sleppa at arbeiða við í framtíðini. Hon sigur soleiðis, tá hon verður spurd, hvat hon ætlar sær komandi tíðina:

- Hetta fyrsta árið fer við barsil, og tað passar mær væl, tí aftaná so mong ár á skúlabonki er tað gott við einum steðgi. Eg fari at njóta hesa tíðina og samstundis gera mær tankar um, hvat ið eg ætli mær, tá ið eg eri liðug í barsil. At eg skuldi lesa til lærara er ikki nakað, sum eg altíð havi vitað, at eg ætlaði mær. Eg visti als ikki, hvørja útbúgving eg skuldi fáa mær aftan á student, og tískil gingu tað tvey ár, áðrenn eg søkti inn á læraraútbúgvingina. Eg eri glað fyri hesi tvey árini, har ið eg arbeiddi í einum barnagarði og var eina fjakkingarferð. Tá ið eg síðani skuldi søkja útbúgving, visti eg, at tað skuldi vera okkurt, ið hevði við menniskju at gera, og tá bleiv tað greitt, at tað var læraraútbúgvingina, ið eg skuldi søkja inná. Tað er sum tey siga, at tá ið tú lesur til lærara, hevur tú longu gjørt tær nógvar tankar um, hvat slag av lærara, ið tú vilt vera, og tað kemur av teimum royndum, ið tú hevur við tær frá tínari egnu skúlagongd – og hetta setur nøkur krøv til tín sjálvs. Nú eg havi lokið útbúgvingina og fái skjótt prógvið í hond, er tað ein góð kensla, men samstundis eri eg ikki vís í, at eg skal beint út at virka sum lærari eftir barsilstíðina. Í skúlatíðini hevur ikki nógv tíð verið til tað kreativa, og tað er nakað, ið eg sakni. Tað kreativa hevur altíð ligið mær nær, men tað hevur verið eitt val ímillum tað, og ”eina ordiliga útbúgving”, tí tað kreativa verður í mongum førum bara sæð sum eitt frítíðarítriv og ikki nakað álvarsamt, sum eg haldi vera óheppið. Tankin um at gera meira innan tað kreativa økið eftir barsilstíðina er freistandi t.d. innan leiklist, og tað kann vera, at eg fari tann vegin, áðrenn eg nýti mína útbúgving sum lærari. Eg hugsi, at fleiri royndir og førleikar eg havi, tess meira havi eg at bjóða mínum komandi næmingum.

Tekstur: Poul Arni Jensen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.