Tíðindi

Nýggjur sáttmáli tryggjar danskt í íslendska skúlanum

Merete Riisager, kenslumálaráðharri í Danmark, og Lilja Alfreðsdóttir, ráðharri fyri undirvísing, vísindi og mentan í Íslandi, hava skrivað undir nýggjan samstarvssáttmála um stuðul til undirvísing í donskum í útbúgvingarskipanini í Íslandi, tíðarskeiðið 2019-2024.

29.03.2019

Danskt fyllir framvegis rættiliga fitt í útbúgvingar- og undirvísingarskipanini í Íslandi. Í Íslandi er tað eins og í Føroyum krav um, at undirvíst verður í donskum. Danskt er kravt sum annað fremmandamálið í fólkaskúlanum og sum fremmandamál í eitt ár í miðnámi. Tí hava Danmark og Ísland í 22 ár samstarvað um at styrkja undirvísingina í donskum til gagns fyri børn og ung í Íslandi.

Merete Riisager og Lilja Alfreðsdóttir hava tí skrivað undir nýggjan sáttmála um framhaldandi stuðul til undirvísingina í donskum í íslendsku skúlaskipanini. Sáttmálin hevur eitt nú við sær, at Danmark rindar Íslandi 3,1 milliónir krónur í tíðarskeiðinum 2019-2024. Talan er um eina endurnýggjan av verandi sáttmála og tí framhald av skipanini, sum er í gildi.

Kelda: uvm.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.